heiðningar
23 versir um "heiðningar"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 10:16 Jóhannes
Eg eigi eisini annan seyð, sum ikki hoyrir til hetta seyðahúsið; eisini hann skal Eg leiða; hann skal hoyra rødd Mína, og eitt fylgi skal verða, og ein hirði.
Ápostlasøgan 15:7 Ápostlasøgan
Táið teir nú høvdu trætt nógv um tað, reistist Pætur og segði við teir: „Tit menn, brøður! Tit vita, at Gud langt síðani útvaldi meg millum tykkara til at vera tann, við hvørs munni heidningarnir skuldu fáa at hoyra orð evangeliums og koma til trúgv.
Ápostlasøgan 15:8 Ápostlasøgan
Gud, sum kennir hjørtuni, gav teimum vitnisburð, táið Hann gav teimum líka væl sum okkum Heilaga Andan.
Ápostlasøgan 15:9 Ápostlasøgan
Hann gjørdi ongan mun á okkum og teimum, táið Hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra.
Ápostlasøgan 28:28 Ápostlasøgan
Tí skulu tit vita, at henda frelsa Guds er send heidningunum; teir fara eisini at hoyra!“
Efesusbrævið 4:17 Efesusbrævið
Hetta sigi eg tá og vitni í Harranum, at tit mugu ikki longur liva, sum heidningarnir liva í tómleika sinnis síns.
Efesusbrævið 4:18 Efesusbrævið
Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremmandir. Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað.
Efesusbrævið 4:19 Efesusbrævið
Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku.
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið
Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.
Esaias 49:6 Esaias
Hann sigur: „Tað er ov lítið, at Tú ert tænari Mín til at fáa ættir Jákups aftur á føtur og leiða heimaftur hina frelstu leivd Ísraels – nei, Eg skal gera Teg til ljós heidninga, so frelsa Mín kann náa at enda jarðarinnar!“
Esaias 56:6 Esaias
Og hini fremmandu, sum halda seg til HARRAN, til at tæna Honum og elska navn HARRANS, til at vera tænarar Hansara – øll tey, sum halda sabbatin, so tey vanhalga ikki hann, og sum halda fast við sáttmála Mín,
Esaias 56:7 Esaias
tey skal Eg leiða til heilaga fjall Mítt og gleða tey í bønhúsi Mínum; brennioffur og sláturoffur teirra skulu vera Mær til gleði á altari Mínum; tí hús Mítt skal kallast bønhús fyri allar tjóðir.
Esaias 56:8 Esaias
So sigur Harrin HARRIN, Hann, sum savnar hini burtriknu av Ísrael: Enn fleiri skal Eg savna aftrat honum, umframt tey, sum longu eru savnað til hansara.
Rómverjabrævið 9:22 Rómverjabrævið
Men um nú Gud – tóat Hann vildi vísa vreiði Sína og kunngera mátt Sín – tó í stórum langmóði toldi vreiðiíløtini, sum til reiðar vóru til undirgang –
Rómverjabrævið 9:23 Rómverjabrævið
so Hann eisini kundi kunngera dýrdarríkdóm Sín á miskunnaríløtunum, sum Hann frammanundan hevði gjørt til reiðar til dýrd – !
Rómverjabrævið 9:24 Rómverjabrævið
Og at verða slík kallaði Hann okkum við, ikki bert av Jødum, men eisini av heidningum –
Rómverjabrævið 9:25 Rómverjabrævið
sum Hann eisini sigur hjá Hoseasi: „Tað, sum ikki var fólk Mítt, skal Eg kalla fólk Mítt, og hana, ið ikki var hin elskaða, skal Eg kalla hina elskaðu Mína;
Rómverjabrævið 9:26 Rómverjabrævið
og so skal verða, at á tí staði, har sagt varð við tey: „Tit eru ikki fólk Mítt!“ – har skulu tey verða kallað børn hins livandi Guds.“
Rómverjabrævið 9:27 Rómverjabrævið
Men Esaias rópar um Ísrael: „Um so tal Ísraelsmanna er sum sjóvarsandur, skal bert leivdin frelsast.
Rómverjabrævið 9:28 Rómverjabrævið
Tí Harrin ger upp roknskap Sín og endar hann í skundi og skal fullføra tað á jørðini.“
Rómverjabrævið 9:29 Rómverjabrævið
Og – sum Esaias frammanundan hevur sagt: „Hevði Harrin Zebaot ikki latið okkum havt avkom eftir, vóru vit vorðin sum Sodoma og gjørd Gomorra lík.“
Rómverjabrævið 9:30 Rómverjabrævið
Hvat skulu vit nú siga? At heidningar, ið ikki søktu eftir rættvísi, vunnu rættvísi – men tað var rættvísina av trúgv;
Galatiabrævið 3:14 Galatiabrævið
fyri at signing Ábrahams kundi í Kristi Jesusi koma yvir heidningarnar, so vit við trúnni kundu fáa Andan, ið lovaður var.