heimshitan
22 versir um "heimshitan"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 8:22 Fyrsta Mósebók
Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.“
Esaias 24:5 Esaias
Tí jørðin er vanhalgað undir teimum, ið á henni búgva; tey hava brotið lógirnar, vent rættinum við, brotið hin æviga sáttmála.
Esaias 24:6 Esaias
Tí tærir bann jørðina upp, og tey, ið á henni búgva, noyðast at bøta; tí steikjast jarðbúgvarnir av hita, so bert fá menniskju verða eftir.
Lukas 21:25 Lukas
Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa,
Seinna Pætursbrævið 3:10 Seinna Pætursbrævið
Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.
Triðja Mósebók 18:24 Triðja Mósebók
Gerið tykkum ikki órein við nøkrum slíkum! Við øllum slíkum gjørdu tey seg órein, heidningafólkini, ið Eg reki út fyri tykkum.
Triðja Mósebók 18:25 Triðja Mósebók
Av hesum varð landið óreint, og Eg heimsøkti tað fyri misgerð teirra, so at landið spýði út íbúgvar sínar.
Triðja Mósebók 18:26 Triðja Mósebók
Haldið tit tí lógir Mínar og boð Míni, bæði tit sjálv og hin fremmandi, ið hjá tykkum býr, og gerið ongar av hesum viðurstyggiligu gerðum!
Triðja Mósebók 18:27 Triðja Mósebók
Tí alt hetta viðurstyggiliga gjørdu tey, ið búðu í landinum fyri tykkum, og soleiðis varð landið óreint.
Triðja Mósebók 18:28 Triðja Mósebók
Annars skal landið spýggja tykkum út, tí tit gera tað óreint, sum tað spýði út fólkið, ið var har fyri tykkum.
Triðja Mósebók 20:22 Triðja Mósebók
Aktið eftir øllum lógum og boðum Mínum og haldið tey, so ikki landið, ið Eg leiði tykkum inn at búgva í, spýr tykkum út!
Esaias 51:6 Esaias
Lyftið eygum tykkara móti himli, og skoðið jørðina herniðri! Tí himmalin skal svinna sum roykur, jørðin skal slítast út sum plagg, og tey, sum á henni búgva, skulu doyggja sum mýggj; men frelsa Mín skal vara til ævigar tíðir, og rættvísi Mín skal aldri halda uppat.
Fyrsta Mósebók 2:15 Fyrsta Mósebók
So tók Gud HARRIN Ádam og setti hann í urtagarðin Eden at dýrka hann og varðveita hann.
Sálmarnir 46:2 Sálmarnir
Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur.
Sálmarnir 46:3 Sálmarnir
Tí óttast vit ikki, um so jørðin umskiftist, og fjøllini stoytast niður í havsdýpið,
Malakias 4:1 Malakias
Tí dagurin kemur, brennandi sum ovnur; tá skulu øll hugmóðig og hvør tann, sum livir í gudloysi, vera sum hálmur, og dagurin, ið kemur, skal seta eld á tey – sigur HARRIN Gud herskaranna – so hvørki rót ella grein verður eftir av teimum.
Malakias 4:2 Malakias
Men yvir tykkum, ið óttast navn Mítt, skal rættvísisólin renna upp við grøðing undir veingjum sínum, og tit skulu fara út og spæla sum gøðingarkálvar.
Malakias 4:3 Malakias
Tit skulu traðka niður hini gudleysu; tey skulu vera sum øska undir fótum tykkara, tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Malakias 4:4 Malakias
Minnist lóg Mósesar, tænara Míns, hana, ið Eg á Horeb gav honum til alt Ísrael – bæði lógir og boð!
Malakias 4:5 Malakias
Eg sendi tykkum Elias, profetin, áðrenn dagur HARRANS, hin stóri og øgiligi, kemur.
Malakias 4:6 Malakias
Hann skal venda hjørtum fedranna til børnini og hjørtum barnanna til fedrar teirra, so Eg komi ikki og slái landið við banni.
Seinna Pætursbrævið 3:12 Seinna Pætursbrævið
meðan tit vænta og skunda undir komu Guds dags, sum skal gera, at himlarnir loysast sundur í eldi, og frumevnini bráðna av brennandi hita!