heimsendir
122 versir um "heimsendir"
Versir
Síða 3 av 3Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið
tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.
Seinna Pætursbrævið 3:10 Seinna Pætursbrævið
Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.
Opinberingin 12:9 Opinberingin
Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.
Opinberingin 13:1 Opinberingin
Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar.
Opinberingin 13:2 Opinberingin
Dýrið, ið eg sá, líktist leopardi; føtur tess vóru sum føtur bjarnar, og muður tess sum leyvumuður. Drekin gav tí mátt sín, hásæti sítt og stórt vald.
Opinberingin 13:3 Opinberingin
Eg sá eitt av høvdum tess eins og sært til deyða; men ólívssár tess varð grøtt. Og øll jørðin fylgdi undrandi eftir dýrinum.
Opinberingin 13:4 Opinberingin
Tey tilbóðu drekan, tí hann hevði givið dýrinum vald, og tey tilbóðu dýrið og søgdu: „Hvør er dýrinum líkur, og hvør er mentur at berjast við tað!“
Opinberingin 13:5 Opinberingin
Muður varð tí givin, sum talaði stór orð og gudsspottanir, og tí varð givið vald at halda á 42 mánaðir.
Opinberingin 13:6 Opinberingin
Tað læt upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva.
Opinberingin 13:7 Opinberingin
Tí varð givið at berjast við hini heilagu – og sigra tey; og tí varð givið vald yvir hvørji ætt, hvørjum fólki, hvørjum tungumáli og hvørji tjóð.
Opinberingin 13:8 Opinberingin
Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.
Opinberingin 13:9 Opinberingin
Hevur onkur oyra – hann hoyri!
Opinberingin 13:10 Opinberingin
Um onkur herleiðir – hann skal verða herleiddur; drepur onkur við svørði – hann skal verða dripin við svørði. – Her ræður um tol og trúgv hinna heilagra!
Opinberingin 13:11 Opinberingin
Eg sá nú annað dýr koma upp – úr jørðini; tað hevði tvey horn eins og lamb, og tað talaði sum dreki.
Opinberingin 13:12 Opinberingin
Tað útinnir alt vald hins fyrra dýrs – fyri eygum tess; og tað ger, at jørðin og tey, sum á henni búgva, tilbiðja hitt fyrra dýrið, hvørs ólívssár varð grøtt.
Opinberingin 13:13 Opinberingin
Tað ger stór tekin, so at tað enntá fær eld at falla niður av himli á jørðina fyri eygum menniskjanna.
Opinberingin 13:14 Opinberingin
Við teknunum, ið tí er givið at gera fyri eygum dýrsins, villleiðir tað tey, sum á jørðini búgva; tað sigur við tey, sum á jørðini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, ið fekk sárið av svørðinum – og livdi.
Opinberingin 13:15 Opinberingin
Tað fekk vald at geva mynd dýrsins anda, so at mynd dýrsins enntá kundi tala og gera, at øll, ið ikki vildu tilbiðja mynd dýrsins, skuldu verða dripin.
Opinberingin 13:16 Opinberingin
Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,
Opinberingin 13:17 Opinberingin
so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess.
Opinberingin 13:18 Opinberingin
Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja – tal tess er 666.