heimkoma
117 versir um "heimkoma"
Versir
Síða 1 av 3Markus 5:19 Markus
Hann gav honum tó ikki loyvi til tað, men segði við hann: „Far heim til tín sjálvs, til tíni egnu, og sig teimum frá stórverkunum, ið Harrin hevur gjørt fyri teg, og at Hann hevur miskunnað tær!“
Fyrsta Mósebók 28:15 Fyrsta Mósebók
Eg skal vera við tær og varðveita teg, hvar tú so fert, og Eg skal føra teg aftur til hetta land; Eg skal ikki fara frá tær, fyrrenn Eg havi gjørt tað, ið Eg havi lovað tær.“
Lukas 15:11 Lukas
Og Hann segði: „Maður hevði tveir synir.
Lukas 15:12 Lukas
Hin yngri teirra segði við faðir sín: „Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!“ Tá skifti hann góðsið millum teirra.
Lukas 15:13 Lukas
Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi.
Lukas 15:14 Lukas
Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð.
Lukas 15:15 Lukas
Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.
Lukas 15:16 Lukas
Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað.
Lukas 15:17 Lukas
Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: „Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði – og her doyggi eg í hungri!
Lukas 15:18 Lukas
Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær!
Lukas 15:19 Lukas
Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!“
Lukas 15:20 Lukas
So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.
Lukas 15:21 Lukas
Men sonurin segði við hann: „Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.“
Lukas 15:22 Lukas
Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!
Lukas 15:23 Lukas
Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!
Lukas 15:24 Lukas
Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.
Lukas 15:25 Lukas
Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans.
Lukas 15:26 Lukas
Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða.
Lukas 15:27 Lukas
Hann svaraði honum: „Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum.“
Lukas 15:28 Lukas
Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann.
Lukas 15:29 Lukas
Men hann svaraði faðirinum: „So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum.
Lukas 15:30 Lukas
Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!“
Lukas 15:31 Lukas
Tá segði hann við hann: „Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;
Lukas 15:32 Lukas
men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.““
Seinna Korintbrævið 5:1 Seinna Korintbrævið
Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.
Seinna Korintbrævið 5:2 Seinna Korintbrævið
Eisini meðan vit búgva her, suffa vit jú, tí okkum leingist eftir at verða yvirklædd við himmalska húsi okkara,
Seinna Korintbrævið 5:3 Seinna Korintbrævið
so satt vit tá – sum íklædd – ikki skulu finnast nakin.
Seinna Korintbrævið 5:4 Seinna Korintbrævið
Ja, vit, sum í hesum tjaldi eru, suffa og eru tyngd; tí vit vilja ikki verða úrlatin, men yvirklædd, fyri at hitt deyðiliga kann verða uppslúkt av lívinum.
Seinna Korintbrævið 5:5 Seinna Korintbrævið
Tann, ið hevur gjørt okkum før júst fyri hesum, er Gud, Hann, sum eisini gav okkum Andan til pant.
Seinna Korintbrævið 5:6 Seinna Korintbrævið
Tí eru vit altíð hugreyst og vita, at so leingi sum vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum.
Seinna Korintbrævið 5:7 Seinna Korintbrævið
Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.
Seinna Korintbrævið 5:8 Seinna Korintbrævið
Ja, vit eru hugreyst og høvdu helst viljað farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum.
Seinna Korintbrævið 5:9 Seinna Korintbrævið
Tí seta vit eisini æru okkara í at vera, sum Honum líkar, annaðhvørt vit nú eru heima ella burtur.
Seinna Korintbrævið 5:10 Seinna Korintbrævið
Vit skulu jú øll opinberast fyri dómstóli Kristusar, fyri at ein og hvør kann fáa aftur tað, sum gjørt er við likaminum – eftir tí, sum hann hevur gjørt – veri tað gott ella ilt.
Seinna Korintbrævið 5:11 Seinna Korintbrævið
Við tað at vit nú vita, hvat tað er at óttast Harran, royna vit at vinna menniskju; men fyri Gudi eru vit opinberir, og eg vóni, at vit eisini eru opinberir fyri samvitskum tykkara.
Seinna Korintbrævið 5:12 Seinna Korintbrævið
Vit fara nú ikki aftur at geva okkum sjálvum viðmæli til tykkara; men vit geva tykkum høvi at rósa tykkum av okkum, so tit kunnu hava okkurt at svara teimum, ið rósa sær av tí, sum teir eru útvortis, ikki í hjartanum.
Seinna Korintbrævið 5:13 Seinna Korintbrævið
Tí vóru vit „frá okkum sjálvum“, so var tað fyri Guds skuld, og hava vit skil okkara, so er tað fyri tykkara skuld.
Seinna Korintbrævið 5:14 Seinna Korintbrævið
Tí kærleiki Kristusar tvingar okkum;
Seinna Korintbrævið 5:15 Seinna Korintbrævið
vit hava jú dømt so: Ein er deyður fyri øll – so eru tey øll deyð; og Hann doyði fyri øll, fyri at tey, sum liva, skulu ikki longur liva fyri seg sjálv, men fyri Hann, sum deyður og upprisin er fyri tey.
Seinna Korintbrævið 5:16 Seinna Korintbrævið
Hereftir kenna vit tí ongan eftir holdinum; um vit so hava kent Kristus eftir holdinum, kenna vit Hann nú ikki longur so.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Seinna Korintbrævið 5:18 Seinna Korintbrævið
Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan og gav okkum tænastu sáttarinnar.
Seinna Korintbrævið 5:19 Seinna Korintbrævið
Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar.
Seinna Korintbrævið 5:20 Seinna Korintbrævið
Vit eru tá sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum; vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud!
Seinna Korintbrævið 5:21 Seinna Korintbrævið
Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Jeremias 29:12 Jeremias
Tit skulu ákalla Meg og fara og biðja til Mín, og Eg skal hoyra tykkum.
Jóhannes 14:2 Jóhannes
Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið
Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!