heimi samkomur
42 versir um "heimi samkomur"
Versir
Síða 1 av 1Filemonarbrævið 1:2 Filemonarbrævið
Appiu, systur okkara, Arkippus, sum stríðir saman við okkum, og samkomuna í húsi tínum.
Ápostlasøgan 2:46 Ápostlasøgan
Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans;
Ápostlasøgan 2:42 Ápostlasøgan
Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.
Ápostlasøgan 20:20 Ápostlasøgan
Tit vita, at eg havi ikki hildið aftur nakað av tí, sum tykkum kundi vera til gagn, men kunngjørdi tykkum tað, bæði á samkomum og í húsunum.
Rómverjabrævið 16:5 Rómverjabrævið
Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra! Heilsið Epenetusi, hinum elskaða mínum, sum er frumgróður Asia fyri Kristus!
Fyrra Korintbrævið 16:19 Fyrra Korintbrævið
Samkomurnar í Asia lata heilsa tykkum. Akvila og Priska lata heilsa tykkum flittuliga í Harranum, somuleiðis samkoman í húsi teirra.
Matteus 18:20 Matteus
Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.“
Ápostlasøgan 5:42 Ápostlasøgan
Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus.
Rómverjabrævið 16:1 Rómverjabrævið
Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea.
Rómverjabrævið 16:2 Rómverjabrævið
Takið tá ímóti henni í Harranum, sum hinum heilagu sømir, og verið henni til hjálpar í øllum, sum henni tørvar hjálp tykkara í! Tí hon hevur eisini verið mongum stuðul, ja, mær sjálvum.
Rómverjabrævið 16:3 Rómverjabrævið
Heilsið Prisku og Akvila, sum hava arbeitt saman við mær í Kristi Jesusi!
Rómverjabrævið 16:4 Rómverjabrævið
Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna.
Rómverjabrævið 16:6 Rómverjabrævið
Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum!
Rómverjabrævið 16:7 Rómverjabrævið
Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum mínum, sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar og eisini hava verið í Kristusi longur enn eg!
Rómverjabrævið 16:8 Rómverjabrævið
Heilsið Ampliatusi, hinum elskaða mínum í Harranum!
Rómverjabrævið 16:9 Rómverjabrævið
Heilsið Urbanusi, sum hevur arbeitt saman við okkum í Kristusi, og Stakysi, hinum elskaða mínum!
Rómverjabrævið 16:10 Rómverjabrævið
Heilsið Apellesi, hinum roynda í Kristusi! Heilsið teimum hjá Aristobulusi!
Rómverjabrævið 16:11 Rómverjabrævið
Heilsið Heródion, skyldmanni mínum! Heilsið teimum hjá Narkissusi, sum í Harranum eru!
Rómverjabrævið 16:12 Rómverjabrævið
Heilsið Trýfenu og Trýfosu, sum arbeiða í Harranum! Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur arbeitt nógv í Harranum!
Rómverjabrævið 16:13 Rómverjabrævið
Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni!
Rómverjabrævið 16:14 Rómverjabrævið
Heilsið Asynkritusi, Flegon, Hermes, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum har hjá teimum!
Rómverjabrævið 16:15 Rómverjabrævið
Heilsið Filologusi og Juliu, Nereusi og systur hansara, Olympasi og øllum hinum heilagu hjá teimum!
Rómverjabrævið 16:16 Rómverjabrævið
Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum.
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Rómverjabrævið 16:18 Rómverjabrævið
Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.
Rómverjabrævið 16:19 Rómverjabrævið
Øll hava hoyrt um lýdni tykkara; tí gleðist eg um tykkum. Men eg vil, at tit skulu vera vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er.
Rómverjabrævið 16:20 Rómverjabrævið
Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!
Rómverjabrævið 16:21 Rómverjabrævið
Timoteus, sum arbeiðir saman við mær, letur heilsa tykkum, somuleiðis Lukius, Jason og Sosipater, skyldmenn mínir.
Rómverjabrævið 16:22 Rómverjabrævið
– Eg, Tertius, sum havi skrivað brævið niður, heilsi tykkum í Harranum. –
Rómverjabrævið 16:23 Rómverjabrævið
Gajus, sum lænir mær og allari samkomuni hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum.
Rómverjabrævið 16:24 Rómverjabrævið
Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen!
Rómverjabrævið 16:25 Rómverjabrævið
Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um,
Rómverjabrævið 16:26 Rómverjabrævið
men sum nú er komin fyri ljósið og við profetiskum skriftum, eftir boði hins æviga Guds, kunngjørdur fyri øllum heidningunum til at virka trúarlýdni
Rómverjabrævið 16:27 Rómverjabrævið
– Honum, hinum eina vísa Gudi, veri dýrdin, við Jesusi Kristi, í aldur og allar ævir! Amen.
Kolossibrævið 4:15 Kolossibrævið
Heilsið brøðrunum í Laodikea, somuleiðis Nymfu og samkomuni í húsi hennara!
Ápostlasøgan 2:2 Ápostlasøgan
Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í.
Rómverjabrævið 12:4 Rómverjabrævið
Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv,
Rómverjabrævið 12:5 Rómverjabrævið
soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars.
Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið
Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,
Rómverjabrævið 12:7 Rómverjabrævið
ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum,
Rómverjabrævið 12:8 Rómverjabrævið
ella – um ein áminnir – eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði!
Fyrra Korintbrævið 14:26 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!