heilagleiki Guds
12 versir um "heilagleiki Guds"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Sámuelsbók 2:2 Fyrra Sámuelsbók
Eingin er heilagur sum HARRIN, nei, eingin er uttan Tú, eingin klettur er sum Gud okkara!
Fyrra Pætursbrævið 1:15 Fyrra Pætursbrævið
Nei, eftir hinum Heilaga, sum kallaði tykkum, skulu eisini tit verða heilag í øllum atburði tykkara;
Fyrra Pætursbrævið 1:16 Fyrra Pætursbrævið
tí skrivað er: „Tit skulu vera heilag, tí Eg eri heilagur.“
Sálmarnir 96:9 Sálmarnir
Tilbiðið HARRAN í heilagum prýði! Skelv fyri ásjón Hansara, øll jørðin!
Esaias 6:3 Esaias
Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“
Esaias 57:15 Esaias
Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er „Heilagur“: Á hæddini og á heilagum staði búgvi Eg – og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.
Onnur Mósebók 15:11 Onnur Mósebók
Hvør er sum Tú millum gudarnar, HARRI, hvør er sum Tú, Tú hin dýri og heilagi, Tú hin øgiligi og hálovaði, undurfullur í verki!
Triðja Mósebók 19:2 Triðja Mósebók
„Tala við alla samkomu Ísraelsmanna og sig við tey: „Tit skulu vera heilag; tí Eg, HARRIN Gud tykkara, eri heilagur!
Seinna Korintbrævið 7:1 Seinna Korintbrævið
Táið vit nú hava hesi lyfti, elskaðu míni, so latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta!
Efesusbrævið 1:4 Efesusbrævið
eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heilag og ólastandi fyri ásjón Síni!
Hebrearabrævið 12:14 Hebrearabrævið
Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,