heilagleiki
10 versir um "heilagleiki"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 20:26 Triðja Mósebók
Tit skulu vera Mær heilag; tí Eg, HARRIN, eri heilagur, og Eg havi skilt tykkum frá øllum øðrum fólkasløgum at vera Míni.
Fyrra Sámuelsbók 2:2 Fyrra Sámuelsbók
Eingin er heilagur sum HARRIN, nei, eingin er uttan Tú, eingin klettur er sum Gud okkara!
Matteus 5:48 Matteus
Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.“
Rómverjabrævið 6:22 Rómverjabrævið
Men nú tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guds, nú hava tit ávøkst tykkara: Tit verða heilaggjørd, og endin er ævigt lív.
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Seinna Korintbrævið 7:1 Seinna Korintbrævið
Táið vit nú hava hesi lyfti, elskaðu míni, so latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta!
Hebrearabrævið 12:14 Hebrearabrævið
Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!
Fyrra Pætursbrævið 1:15 Fyrra Pætursbrævið
Nei, eftir hinum Heilaga, sum kallaði tykkum, skulu eisini tit verða heilag í øllum atburði tykkara;
Fyrra Pætursbrævið 1:16 Fyrra Pætursbrævið
tí skrivað er: „Tit skulu vera heilag, tí Eg eri heilagur.“
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,