heiðindómur

59 versir um "heiðindómur"

Versir

Síða 2 av 2
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið

Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.

2
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið

Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.

2
Fyrra Korintbrævið 10:14 Fyrra Korintbrævið

Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni!

2
Fyrra Korintbrævið 10:20 Fyrra Korintbrævið

Nei! Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud; og eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar.

2
Fyrra Korintbrævið 10:21 Fyrra Korintbrævið

Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik ilra anda; tit kunnu ikki hava part í borði Harrans og í borði ilra anda.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:9 Fyrra Tessalonikabrævið

tí tey kunngera sjálv um okkum, hvussu vit fingu inngongd hjá tykkum, og hvussu tit vendu tykkum til Gud frá avgudunum, at tæna hinum livandi og sanna Gudi

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:21 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum!

2
Opinberingin 9:20 Opinberingin

Men hini menniskjuni – tey, sum ikki vórðu dripin í hesum plágum – vendu ikki við frá verkum handa sína; tey góvu ikki uppat at tilbiðja hinar illu andar og avgudarnar av gulli, silvuri, kopari, steini og træi – sum hvørki fáa hugt, hoyrt ella gingið.

2
Opinberingin 9:21 Opinberingin

Tey vendu ikki við frá manndrápum og gandi sínum, siðloysi sínum og stuldri sínum.

2