heiðin høgtíðardagur

28 versir um "heiðin høgtíðardagur"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 10:20 Fyrra Korintbrævið

Nei! Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud; og eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar.

5
Fyrra Korintbrævið 10:21 Fyrra Korintbrævið

Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik ilra anda; tit kunnu ikki hava part í borði Harrans og í borði ilra anda.

5
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið

Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!

5
Seinna Korintbrævið 6:15 Seinna Korintbrævið

Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi!

5
Seinna Korintbrævið 6:16 Seinna Korintbrævið

Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! – Vit eru jú tempul hins livandi Guds – sum Gud hevur sagt: „Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.“

5
Seinna Korintbrævið 6:17 Seinna Korintbrævið

„Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum“;

5
Triðja Mósebók 18:3 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki bera tykkum at, sum tey bera seg at í Egyptalandi, har sum tit hava búð, ei heldur, sum tey bera seg at í Kána’anslandi, sum Eg lati tykkum koma í – tit mugu ikki fylgja eftir siðum teirra.

4
Fyrra Tessalonikabrævið 5:21 Fyrra Tessalonikabrævið

nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir!

4
Fyrra Tessalonikabrævið 5:22 Fyrra Tessalonikabrævið

Haldið tykkum frá øllum illum, hvussu tað so sær út!

4
Fimta Mósebók 12:29 Fimta Mósebók

Táið HARRIN Gud tín hevur oytt fólkini, ið tú nú fert at reka burt, og tú hevur rikið tey burt og búsett teg í landi teirra,

3
Fimta Mósebók 12:30 Fimta Mósebók

varða teg tá, at tú letur teg ikki dára og gongur í fótasporum teirra, eftir at tey eru oydd fyri tær, og at tú spyrt ikki eftir gudum teirra og sigur: „Hvussu plagdu hesi fólk at dýrka gudar sínar? – Soleiðis skal eg gera við!“

3
Fimta Mósebók 12:31 Fimta Mósebók

– Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiður, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiður.

3
Jeremias 10:2 Jeremias

So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!

3
Jeremias 10:3 Jeremias

Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;

3
Jeremias 10:4 Jeremias

við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki.

3
Galatiabrævið 4:8 Galatiabrævið

Ta tíðina tit ikki kendu Gud, trælaðu tit undir gudunum, sum av náttúru eingir gudar eru.

3
Galatiabrævið 4:9 Galatiabrævið

– Og nú tit hava lært Gud at kenna, ja, tað, sum meiri er – eru kendir av Gudi, hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm, sum tit aftur av nýggjum ætla at træla undir!

3
Galatiabrævið 4:10 Galatiabrævið

Tit halda dagar, mánaðir, tíðir og ár

3
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið

Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!

3
Kolossibrævið 2:16 Kolossibrævið

Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!

3
Kolossibrævið 2:17 Kolossibrævið

Hetta er jú skuggi tess, ið koma skuldi; men likamið er Kristusar.

3
Triðja Mósebók 20:23 Triðja Mósebók

Takið ikki eftir siðunum hjá tí fólki, ið Eg reki burtur fyri tykkum! Alt slíkt gjørdu tey; tí buðu tey Mær ímóti,

2
Jeremias 10:1 Jeremias

Hoyrið orðið, ið HARRIN talar til tykkara, hús Ísraels!

2
Ápostlasøgan 17:22 Ápostlasøgan

Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: „Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara.

2
Ápostlasøgan 17:23 Ápostlasøgan

Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: „Fyri ókendan Gud.“ – Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum.

2
Rómverjabrævið 14:5 Rómverjabrævið

Ein setur ein dag hægri enn annan; ein annar setur allar dagar líka – ein og hvør havi fulla vissu í sínum egna sinni!

2
Rómverjabrævið 14:6 Rómverjabrævið

Tann, ið aktar eftir deginum, ger tað fyri Harranum. Tann, ið etur, ger tað fyri Harranum – hann takkar jú Gudi. Og tann, ið ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Gudi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:21 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum!

2