havri

19 versir um "havri"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 28:25 Esaias

Táið hann hevur slættað veltu sína, man hann ikki tá sáa dild og kumman, stroya hveiti í røð, bygg á tilætlað stað og spelt fram við bakkanum!

7
Seinna Kongabók 4:42 Seinna Kongabók

Einaferð kom maður úr Ba’al-Salisa, og hann hevði við til gudsmannin breyð, ið vóru bakað av frumgróðrinum, 20 byggbreyð, og nýheystað korn í posa sínum. Tá segði Elisa: „Gev fólkinum hetta at eta!“

5
Mika 6:15 Mika

Tú skalt sáa, men ikki heysta, tú skalt persa oljuber, men ikki salva teg við olju; tú skalt persa vínber, men ikki drekka vín.

5
Fimta Mósebók 25:4 Fimta Mósebók

Tú mást ikki múlbinda oksan, táið hann treskir.

4
Seinna Sámuelsbók 17:28 Seinna Sámuelsbók

– teir komu við seingjum, føtum og leiríløtum; og hveiti, bygg, mjøl, bakað korn, bønur, linsur,

4
Amos 5:11 Amos

Tí – aftur fyri at tit traðka niður hin fátæka og taka korn frá honum í leigu, skulu tit ikki sleppa at búgva í húsunum av høgdum gróti, sum tit hava bygt tykkum, og ikki sleppa at drekka vín úr hinum yndisligu víngørðum, ið tit hava plantað tykkum.

4
Esaias 28:27 Esaias

Tí ikki verður dild treskt við treskisleðu, ikki verða vagnhjól koyrd yvir kumman; nei, dild verður treskt við stavi, og kumman við putti.

3
Ezekiel 4:9 Ezekiel

Tak tær síðani hveiti, bygg, bønur, linsur, hirsu og spelt, lat tað alt í ílat og baka tær breyð av tí! Allar dagarnar tú liggur á liðini – 390 dagar – skalt tú hava tað at eta.

3
Hoseas 14:7 Hoseas

Kvistar hansara skulu breiða seg víða um; hann skal vera sum oljutræ í vakurleika og anga sum Libanon.

3
Jóel 1:11 Jóel

Bøndurnir eru vónbrotnir, víngarðsmenninir vena seg; tí hveitin og byggið, grøðin á markini er farin fyri einki.

3
Jóel 2:24 Jóel

Treskiplássini skulu verða full av korni, og vínið og oljan skulu renna út av persunum.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 5:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí skriftin sigur: „Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir“, og: „Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.“

3
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.

2
Fyrra Krønikubók 27:28 Fyrra Krønikubók

Ba’al-Hanan úr Geder yvir oljutrøunum og morberjatrøunum í láglendinum; Jóas yvir oljuni, ið niðurfyri var;

2
Sálmarnir 104:14 Sálmarnir

Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini

2
Esaias 30:24 Esaias

neytini og eslini, ið arbeiða á markini, skulu eta saltað fóðurbland, sum reinsað er við skuplu og kvísl.

2
Hoseas 10:11 Hoseas

Efra’im er vand kvíga, sum fegin vil treskja; men Eg leggi ok á vakra háls hennara; Eg skal seta Efra’im fyri plógvið, Juda skal pløga, Jákup skal harva.

2
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið

Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,

2
Jákupsbrævið 5:7 Jákupsbrævið

So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn.

2