háur aldur / elli

15 versir um "háur aldur / elli"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 16:31 Orðtøkini

Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.

5
Esaias 46:4 Esaias

Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum.

5
Job 12:12 Job

Eru elli og vísdómur eitt og tað sama, ella langt lív og vit!

4
Sálmarnir 92:14 Sálmarnir

tey eru plantað í húsi HARRANS, grógva í forgørðum Guds okkara;

4
Sálmarnir 71:9 Sálmarnir

Kasta meg ikki frá Tær í elli míni, og svík meg ikki, nú mátturin svinnur!

3
Sálmarnir 71:18 Sálmarnir

Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Gud! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm Tín, øllum teimum, ið koma skulu, mátt Tín.

3
Triðja Mósebók 19:32 Triðja Mósebók

Tú skalt reisa teg fyri hinum gráu hárum og heiðra hin gamla; tú skalt óttast Gud tín. – Eg eri HARRIN!

2
Job 5:26 Job

Í fullbúnari elli skalt tú fara í grøvina, eins og bundi verða borin til hús á tíma sínum.

2
Sálmarnir 37:25 Sálmarnir

Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.

2
Sálmarnir 90:10 Sálmarnir

Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.

2
Orðtøkini 17:6 Orðtøkini

Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.

2
Orðtøkini 20:29 Orðtøkini

Prýði hinna ungu er styrki teirra, og heiður hinna gomlu er hini gráu hár.

2
Esaias 40:31 Esaias

Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!

2
Seinna Korintbrævið 4:16 Seinna Korintbrævið

Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.

2
Titusarbrævið 2:2 Titusarbrævið

At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, siðprúðir, høviskir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í tolinum;

2