hátíðarhald
25 versir um "hátíðarhald"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 150:1 Sálmarnir
Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!
Sálmarnir 150:2 Sálmarnir
Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!
Sálmarnir 150:3 Sálmarnir
Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir
Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!
Sálmarnir 150:5 Sálmarnir
Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir
Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!
Sálmarnir 118:24 Sálmarnir
Hesin er dagurin, ið HARRIN hevur gjørt; latið okkum fegnast og gleðast á honum!
Prædikarin 3:4 Prædikarin
at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;
Prædikarin 3:13 Prædikarin
Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.
Lukas 15:23 Lukas
Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!
Lukas 15:24 Lukas
Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.
Fyrra Korintbrævið 5:8 Fyrra Korintbrævið
Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks!
Matteus 2:11 Matteus
Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu; og teir fullu niður og tilbóðu tað og lótu upp goymslur sínar og ofraðu tí gávur: Gull, roykilsi og myrra.
Lukas 15:3 Lukas
Tá setti Hann fram fyri teir hetta líknilsi – Hann segði:
Lukas 15:4 Lukas
„Um ein tykkara hevur 100 seyðir og missir ein av teimum – hvør er hann, sum fer ikki frá hinum 99 í oyðimørkini og út at leita eftir tí, sum hann hevur mist, inntil hann finnur hann!
Lukas 15:5 Lukas
Táið hann so hevur funnið hann, leggur hann hann glaður á herðarnar.
Lukas 15:6 Lukas
Og táið hann kemur til hús, kallar hann saman vinir og grannar sínar og sigur við teir: „Gleðist við mær! Eg havi funnið seyð mín, sum eg hevði mist!“
Lukas 15:7 Lukas
Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending.
Lukas 15:8 Lukas
Ella um kvinna hevur 10 drakmur og missir eina drakmu burtur – hvør er hon, sum tendrar ikki ljós og sópar húsið og ger sær ómak at leita, inntil hon finnur hana!
Lukas 15:9 Lukas
Táið hon so hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur og grannkonur sínar og sigur: „Gleðist við mær! Eg havi funnið drakmuna, ið eg hevði mist.“
Lukas 15:10 Lukas
Soleiðis, sigi Eg tykkum, verður gleði hjá einglum Guds um ein syndara, ið vendir við.“
Jóhannes 15:11 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at gleði Mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin.
Rómverjabrævið 14:5 Rómverjabrævið
Ein setur ein dag hægri enn annan; ein annar setur allar dagar líka – ein og hvør havi fulla vissu í sínum egna sinni!
Rómverjabrævið 14:6 Rómverjabrævið
Tann, ið aktar eftir deginum, ger tað fyri Harranum. Tann, ið etur, ger tað fyri Harranum – hann takkar jú Gudi. Og tann, ið ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Gudi.