hatarar

18 versir um "hatarar"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 69:4 Sálmarnir

Eg havi rópt Meg móðan, tað brennur í kvørkrum Mínum, eygu Míni eru upptærd av at bíða eftir Gudi Mínum.

12
Sálmarnir 69:5 Sálmarnir

Fleiri enn hárini á høvdi Mínum eru teir, ið hata Meg uttan grund; nógvir eru teir, ið ætla at forkoma Mær, teir, ið uttan grund eru fíggindar Mínir; tað, ið Eg ikki havi rænt, skal Eg nú lata aftur.

12
Jóhannes 15:18 Jóhannes

Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.

8
Rómverjabrævið 1:29 Rómverjabrævið

– fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni;

7
Sálmarnir 41:11 Sálmarnir

Men Tú, HARRI, ver mær náðigur, og hjálp mær aftur á føtur, so skal eg løna teimum!

6
Sálmarnir 41:12 Sálmarnir

Av tí síggi eg, at Tú hevur hjarta fyri mær, at fíggindi mín sleppur ikki at gleðast uppi yvir mær.

6
Rómverjabrævið 1:30 Rómverjabrævið

tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin,

6
Rómverjabrævið 1:31 Rómverjabrævið

skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.

6
Rómverjabrævið 1:32 Rómverjabrævið

Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.

6
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið

Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;

6
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið

Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.

5
Orðtøkini 9:8 Orðtøkini

Hav ikki at spottara, tí hann hatar teg fyri tað! Hav at hinum vísa – hann skal elska teg fyri tað!

4
Jákupsbrævið 4:6 Jákupsbrævið

Tí sigur skriftin: „Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.“

4
Jeremias 29:11 Jeremias

Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.

3
Lukas 6:27 Lukas

Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,

3
Jóhannes 8:44 Jóhannes

Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.

3
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

2