Harrans nátturði
75 versir um "Harrans nátturði"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Korintbrævið 11:7 Fyrra Korintbrævið
Maður skal ikki hava á høvdinum, tí hann er mynd og dýrd Guds; men kvinnan er dýrd mansins.
Fyrra Korintbrævið 11:8 Fyrra Korintbrævið
Maðurin er jú ikki av kvinnuni, men kvinnan av manninum.
Fyrra Korintbrævið 11:9 Fyrra Korintbrævið
Ei heldur varð maðurin skaptur kvinnuni, men kvinnan manninum.
Fyrra Korintbrævið 11:10 Fyrra Korintbrævið
Tí eigur kvinnan at hava á høvdinum tekin upp á undirgivni – fyri einglanna skuld.
Fyrra Korintbrævið 11:11 Fyrra Korintbrævið
Tó – í Harranum er ikki kvinnan uttan mannin, ei heldur maðurin uttan kvinnuna.
Fyrra Korintbrævið 11:12 Fyrra Korintbrævið
Tí eins og kvinnan er av manninum, er eisini maðurin við kvinnuni – og alt er tað av Gudi.
Fyrra Korintbrævið 11:13 Fyrra Korintbrævið
Dømið við tykkum sjálvum – er tað kvinnu sømiligt at biðja til Gud við ongum á høvdinum!
Fyrra Korintbrævið 11:14 Fyrra Korintbrævið
Og lærir ikki sjálv nátturan tykkum, at gongur maður við síðum hári, er tað honum vanæra,
Fyrra Korintbrævið 11:15 Fyrra Korintbrævið
men at kvinnu er tað til dýrd, at hon gongur við síðum hári! Hárið er jú givið henni sum slør.
Fyrra Korintbrævið 11:16 Fyrra Korintbrævið
– Og hevur onkur hug at trætast um hetta – vit hava ikki slíkan sið, samkomur Guds heldur ikki!
Fyrra Korintbrævið 11:17 Fyrra Korintbrævið
Hetta boð gevi eg tykkum nú. Men tað, sum eg ikki rósi tykkum fyri, er, at tit koma saman, ikki til hitt betra, men til hitt verra.
Fyrra Korintbrævið 11:18 Fyrra Korintbrævið
Fyri tað fyrsta hoyri eg, at á samkomufundum tykkara er flokkadráttur tykkara millum – og fyri ein part trúgvi eg tí!
Fyrra Korintbrævið 11:19 Fyrra Korintbrævið
Flokkaskifting má jú vera tykkara millum – so koma kann fyri ein dag, hvørji ið fullroynd eru tykkara millum.
Fyrra Korintbrævið 11:20 Fyrra Korintbrævið
Nú – táið tit koma saman, er hetta ikki at eta kvøldmáltíð Harrans!
Fyrra Korintbrævið 11:21 Fyrra Korintbrævið
Tí við máltíðina tekur hvør sín egna mat frammanundan, og ein situr svangur, annar er drukkin!
Fyrra Korintbrævið 11:22 Fyrra Korintbrævið
Hava tit tá ikki hús at eta og drekka í! Ella vanvirða tit samkomu Guds og gera tey til skammar, sum einki hava! Hvat skal eg siga við tykkum? Skal eg rósa tykkum! Í hesum rósi eg tykkum ikki.
Fyrra Korintbrævið 11:23 Fyrra Korintbrævið
Tí eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi lært tykkum: Ta náttina ið Harrin Jesus varð svikin, tók Hann breyð,
Fyrra Korintbrævið 11:24 Fyrra Korintbrævið
takkaði, breyt tað og segði: „Hetta er likam Mítt, sum givið verður fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“
Fyrra Korintbrævið 11:25 Fyrra Korintbrævið
Somuleiðis tók Hann eisini kalikin – eftir kvøldmáltíðina – og segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum; gerið hetta, so ofta sum tit drekka tað, til minni um Meg!“
Fyrra Korintbrævið 11:27 Fyrra Korintbrævið
Tann, sum tí etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverdiga, verður sekur fyri likami og blóði Harrans.
Fyrra Korintbrævið 11:28 Fyrra Korintbrævið
Hvørt menniskja royni seg sjálvt, og eti tað so av breyðinum og drekki av kalikinum!
Fyrra Korintbrævið 11:31 Fyrra Korintbrævið
Dømdu vit okkum sjálv, vórðu vit ikki dømd;
Fyrra Korintbrævið 11:32 Fyrra Korintbrævið
men táið vit verða dømd, verða vit revsað av Harranum – fyri at vit skulu ikki verða fordømd við heiminum.
Fyrra Korintbrævið 11:33 Fyrra Korintbrævið
Táið tit tí, brøður mínir, koma saman til máltíð, bíðið tá hvør eftir øðrum!
Fyrra Korintbrævið 11:34 Fyrra Korintbrævið
Og er nakar svangur, so eti hann heima, fyri at tit skulu ikki koma saman til dóm! – Hvat annað, ið er, skal eg geva fyriskipan um, táið eg komi.