harpur
8 versir um "harpur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Sámuelsbók 16:23 Fyrra Sámuelsbók
Táið nú hin illi andin frá Gudi kom á Saul, tók Dávid hørpuna og spældi á henni; so lætnaði hjá Saul; hann varð frægari, og hin illi andin veik frá honum.
Dániel 3:7 Dániel
Við tað sama sum nú alt fólkið hoyrdi ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum og alskyns øðrum ljóðførum, fullu tey tí – av øllum tjóðum, ættum og tungumálum – niður og tilbóðu gullmyndina, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa.
Opinberingin 5:8 Opinberingin
Táið tað tók bókrulluna, fullu hinar fýra verurnar og hinir 24 elstu niður fyri lambinum, hvørt við hørpu síni og við gullskálum, fullum av roykilsi, sum er bønir hinna heilagu.
Fyrra Sámuelsbók 10:5 Fyrra Sámuelsbók
So kemur tú til Gibea Guds, har sum Filistarar hava vaktarmenn sínar, og táið tú kemur hagar til býin, skalt tú koma fram á ein flokk av profetum, ið koma oman av heygnum í profetiskari burturrykking, við hørpum, trummum, floytum og sitarum.
Nehemias 12:27 Nehemias
Táið múrur Jerusalems skuldi verða vígdur, fóru teir eftir Levitunum, allastaðni har sum teir búðu, og fingu teir til Jerusalem at halda vígslu- og gleðihátíð við tøkk og songi, við skáltrummum, hørpum og sitarum.
Sálmarnir 43:4 Sálmarnir
so eg kann koma til altar Guds, til tann Gud, ið er gleði og fagnaður mín, og takka Tær á hørpu, Gud, Gud mín!
Efesusbrævið 5:19 Efesusbrævið
so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,
Opinberingin 14:2 Opinberingin
Eg hoyrdi ljóð úr Himli, sum ljóð mangra vatna og sum ljóðið av harðari toru; ljóðið, ið eg hoyrdi, var sum av hørpuspælarum, ið spæla á hørpur sínar.