hárklipp
15 versir um "hárklipp"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:27 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki klippa niðan av hárinum, ei heldur stubba burtur av skegginum.
Fyrra Korintbrævið 11:14 Fyrra Korintbrævið
Og lærir ikki sjálv nátturan tykkum, at gongur maður við síðum hári, er tað honum vanæra,
Fyrra Korintbrævið 11:15 Fyrra Korintbrævið
men at kvinnu er tað til dýrd, at hon gongur við síðum hári! Hárið er jú givið henni sum slør.
Dómararnir 16:17 Dómararnir
Og so læt hann hjartað heilt upp fyri henni og segði við hana: „Eingin rakiknívur er komin á høvd mítt, tí eg havi verið Nasireari Guds líka frá móðurlívi; verður hárið rakað av mær, so missi eg styrki mína og vikni og verði sum ein og hvør annar.“
Fjórða Mósebók 6:5 Fjórða Mósebók
So leingi sum nasirearalyfti hansara varir, má rakiknívur ikki koma á høvd hansara; inntil tíðin er úti, sum hann vígir seg HARRANUM, skal hann vera heilagur og lata hárið vaksa sítt.
Ezekiel 44:20 Ezekiel
Teir mugu ikki raka høvd sítt, ei heldur lata hárið vaksa, sum tað vil; teir skulu klippa hár sítt.
Seinna Sámuelsbók 14:26 Seinna Sámuelsbók
Táið hann læt hár sítt klippa – tað gjørdi hann í endanum á hvørjum ári, tí hárið varð honum ov tungt, hann noyddist at klippa tað – tá vigaði hann hárið, og tað vigaði 200 seklar eftir kongsvektini.
Ápostlasøgan 18:18 Ápostlasøgan
Paulus varð nú har langa tíð enn; so segði hann brøðrunum farvæl og fór við skipi til Sýrlands, og saman við honum fóru Priskilla og Akvila – eftir at hann í Kenkrea hevði latið klippa hár sítt – tí hann hevði lyfti á sær.
Fyrra Korintbrævið 11:6 Fyrra Korintbrævið
Hevur kvinnan einki á høvdinum, so klippi hon hárið av sær við! Og er tað kvinnu skomm at vera klipt ella rakað, so havi hon á høvdinum!
Triðja Mósebók 21:5 Triðja Mósebók
Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið.
Dómararnir 16:19 Dómararnir
So fekk hon hann at sovna í fangi sínum, og so rópti hon ein mann, sum rakaði teir sjey hárlokkarnar av honum. Tá fór hann at vikna, og styrkin veik frá honum.
Fyrra Korintbrævið 11:13 Fyrra Korintbrævið
Dømið við tykkum sjálvum – er tað kvinnu sømiligt at biðja til Gud við ongum á høvdinum!
Dómararnir 13:5 Dómararnir
Tí nú skalt tú verða við barn og eiga son, og rakiknívur má ikki koma á høvd hansara; tí drongurin skal vera Nasireari Guds líka frá móðurlívi, og hann skal fáa gongd á at frelsa Ísrael úr hondum Filistara.“
Fyrra Sámuelsbók 1:11 Fyrra Sámuelsbók
Og hon gjørdi lyfti og segði: „HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!“
Seinna Sámuelsbók 14:25 Seinna Sámuelsbók
So vakur maður sum Absalom var ikki í øllum Ísrael – slíkt orð gekk ikki um nakran; frá iljum til hviril var einki lýti á honum.