happing
36 versir um "happing"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:18 Triðja Mósebók
Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. – Eg eri HARRIN!
Matteus 5:43 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín!“
Matteus 5:44 Matteus
Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum
Matteus 5:45 Matteus
– fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.
Matteus 5:46 Matteus
Tí um tit elska tey, sum elska tykkum, hvørja løn eiga tit fyri tað! Gera ikki eisini tollararnir tað sama!
Matteus 5:47 Matteus
Og um tit heilsa bert brøðrum tykkara, hvat stórt gera tit tá! Gera ikki eisini heidningarnir so!
Matteus 5:48 Matteus
Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.“
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Fimta Mósebók 31:6 Fimta Mósebók
Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.“
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið
Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini
hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini
tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.
Matteus 5:11 Matteus
Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld.
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur seg vera í ljósinum – og hatar bróður sín – er í myrkrinum enn.
Sálmarnir 18:3 Sálmarnir
HARRIN er klettur mín, skansi mín, frelsari mín; Gud mín er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, borg mín!
Sálmarnir 34:12 Sálmarnir
Komið higar, børn, lurtið eftir mær, eg skal læra tykkum ótta HARRANS!
Sálmarnir 34:13 Sálmarnir
Hvør er tann maður, ið tráar eftir lívi, sum ynskir sær dagar at síggja lukku?
Sálmarnir 34:14 Sálmarnir
– Halt tungu tína frá illum og varrar tínar frá at tala svik,
Sálmarnir 34:15 Sálmarnir
halt teg frá illum og ger gott, søk frið og stevn eftir honum!
Sálmarnir 34:16 Sálmarnir
Eygu HARRANS eru vend til hini rættvísu, og oyru Hansara til róp teirra.
Sálmarnir 34:17 Sálmarnir
Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir
Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.
Sálmarnir 82:4 Sálmarnir
Bjargið hinum arma og fátæka, frelsið hann úr hond hinna gudleysu!
Esaias 41:11 Esaias
Teir skulu verða til spott og skomm, allir, ið eru hatskir á teg; teir skulu verða til einkis og ganga til grundar, menninir, sum eru ímóti tær.
Esaias 41:12 Esaias
Tú skalt leita eftir teimum og ikki finna teir, menninar, ið kjakaðust við teg; teir skulu verða til einkis, menninir, ið herja á teg; endi skal verða á teimum.
Esaias 41:13 Esaias
Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: „Óttast ikki! Eg hjálpi tær!“
Matteus 5:38 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn!“
Matteus 5:39 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!
Matteus 5:40 Matteus
Vil onkur saksøkja teg og taka kyrtil tín, so lat hann fáa kappan við!
Matteus 5:41 Matteus
Og noyðir onkur teg at ganga eina míl við sær, so gakk tvær við honum!