Hanna

46 versir um "Hanna"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Sámuelsbók 1:2 Fyrra Sámuelsbók

Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna, og onnur Peninna; Peninna átti børn, men Hanna ikki.

13
Fyrra Sámuelsbók 1:5 Fyrra Sámuelsbók

men Hannu gav hann dupult so stórt stykki; tí hann elskaði Hannu, tóat HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.

6
Fyrra Sámuelsbók 1:10 Fyrra Sámuelsbók

og í hjartasorg síni bað hon til HARRAN og græt sárliga.

5
Fyrra Sámuelsbók 1:20 Fyrra Sámuelsbók

hon varð við barn og átti son árið eftir og gav honum navnið Sámuel; „tí“ – segði hon – „eg havi biðið mær hann frá HARRANUM!“

5
Fyrra Sámuelsbók 1:9 Fyrra Sámuelsbók

So var tað, einaferð tey høvdu etið og drukkið í Silo, tá reistist Hanna – Eli, presturin, sat á stóli sínum við durastavin í halgidómi HARRANS –

4
Fyrra Sámuelsbók 1:11 Fyrra Sámuelsbók

Og hon gjørdi lyfti og segði: „HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!“

4
Fyrra Sámuelsbók 1:12 Fyrra Sámuelsbók

Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón HARRANS, og Eli fylgdi við eygunum munni hennara;

4
Fyrra Sámuelsbók 1:13 Fyrra Sámuelsbók

men við tað at Hanna bað innantanna, og bert varrar hennara rørdust, men rødd hennara hoyrdist ikki, so helt Eli hana vera drukna

4
Fyrra Sámuelsbók 1:14 Fyrra Sámuelsbók

og segði við hana: „Hvussu leingi fert tú at ganga og vera drukkin? Síggj til, at tú letur renna av tær!“

4
Fyrra Sámuelsbók 1:15 Fyrra Sámuelsbók

Men Hanna svaraði: „Nei, harri! Eg eri kvinna, ið ber tunga sorg í hjartanum; vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg úthelti bert hjarta mítt fyri ásjón HARRANS.

4
Fyrra Sámuelsbók 1:16 Fyrra Sámuelsbók

Halt ikki tænastukvinnu tína vera vánakonufólk! Nei, alla tíðina havi eg talað út av stóru sorg og gremju míni!“

4
Fyrra Sámuelsbók 1:17 Fyrra Sámuelsbók

Eli svaraði: „Far í friði! Gud Ísraels skal geva tær tað, ið tú hevur biðið Hann um!“

4
Fyrra Sámuelsbók 1:18 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði hon: „Lat tænastukvinnu tína finna náði fyri eygum tínum!“ – So fór kvinnan avstað, og nú át hon og sá ikki longur so sorgarbundin út.

4
Fyrra Sámuelsbók 1:19 Fyrra Sámuelsbók

Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp og tilbóðu fyri ásjón HARRANS; so fóru tey avstað og komu heimaftur til sín sjálvs í Rama. Og Elkana kom konu síni Hannu nær, og HARRIN mintist hana;

4
Fyrra Sámuelsbók 1:24 Fyrra Sámuelsbók

Men táið hon hevði vant hann av, tók hon hann við sær hagar og hevði eisini við sær tríggjar tarvar, efu av mjøli og skinnsekk við víni; so fór hon við honum inn í hús HARRANS í Silo. Men drongurin var enn heilt lítil.

4
Fyrra Sámuelsbók 1:25 Fyrra Sámuelsbók

So drópu tey ein tarv og fóru síðani inn til Eli við dronginum.

4
Fyrra Sámuelsbók 1:26 Fyrra Sámuelsbók

Og hon segði: „Hoyr meg, harri! So satt sum tú livir, harri, eg eri kvinnan, ið stóð her hjá tær og bað til HARRAN.

4
Fyrra Sámuelsbók 1:27 Fyrra Sámuelsbók

Henda drongin var tað, eg bað um, og HARRIN gav mær tað, ið eg bað Hann um.

4
Fyrra Sámuelsbók 1:28 Fyrra Sámuelsbók

Tí gevi eg nú HARRANUM hann aftur; so leingi sum hann livir, skal hann vera HARRANUM givin!“ – Og tey tilbóðu HARRAN har.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:1 Fyrra Sámuelsbók

Tá bað Hanna og segði: „Hjarta mítt frøir seg í HARRANUM; hátt er horn mítt lyft upp í HARRANUM; vítt er muður mín latin upp móti fíggindum mínum – tí eg gleði meg í frelsu Tíni.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:2 Fyrra Sámuelsbók

Eingin er heilagur sum HARRIN, nei, eingin er uttan Tú, eingin klettur er sum Gud okkara!

4
Fyrra Sámuelsbók 2:3 Fyrra Sámuelsbók

Talið ikki so mong stór orð, latið ikki frek orð ganga tykkum av munni! Tí HARRIN er Gud, sum veit alt, og Hann vigar gerðir.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:4 Fyrra Sámuelsbók

Bogar kappanna brotna, men hini snávandi gyrða seg við styrki.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:5 Fyrra Sámuelsbók

Tey, sum mett vóru, noyðast at lata seg leiga fyri breyð; men tey, sum liðu hungur, hungra ikki longur. Hin ófruktbara føðir sjey, men hon, ið átti nógvar synir, følnar burtur.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:6 Fyrra Sámuelsbók

HARRIN er tann, ið tekur lív og gevur lív; Hann førir niður í deyðaríkið og førir upp haðani.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:7 Fyrra Sámuelsbók

HARRIN er tann, ið ger fátækan og ger ríkan; Hann eyðmýkir, men Hann lyftir eisini upp.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:8 Fyrra Sámuelsbók

Hann reisir úr dustinum tann, ið lítið hevur at týða, lyftir hin fátæka úr skarninum til at seta hann hjá høvdingum og lata hann sita í heiðuri; tí grundstólpar jarðarinnar hoyra HARRANUM til, og á teir hevur Hann bygt jarðarríki.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:9 Fyrra Sámuelsbók

Hann varðar føtur heilagu Sína, men gudleys ganga til grundar í myrkri – tí ikki við egnum mátti er maður sterkur.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:10 Fyrra Sámuelsbók

Ræðast skal hvør tann, ið stríðir móti HARRANUM; yvir honum letur Hann torna í Himli. HARRIN dømir endar jarðarinnar, og Hann skal geva kongi Sínum styrki og lata horn hins salvaða Síns verða høgt!“

4
Fyrra Sámuelsbók 2:18 Fyrra Sámuelsbók

Men Sámuel gjørdi tænastu fyri ásjón HARRANS, og drongurin gekk í lívkyrtli av lørifti.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:19 Fyrra Sámuelsbók

Móðir hansara gjørdi honum hvørt ár lítlan kappa; hann hevði hon við til hansara, táið hon fór hagar við manni sínum at bera fram hitt árliga ofrið.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:20 Fyrra Sámuelsbók

Og Eli signaði Elkana og konu hansara og segði: „HARRIN gevi tær avkom av hesi kvinnu aftur fyri hann, ið hon lænti HARRANUM!“ – So fóru tey heimaftur.

4
Fyrra Sámuelsbók 2:21 Fyrra Sámuelsbók

Og HARRIN vitjaði Hannu; hon varð við barn og átti tríggjar synir og tvær døtur. Men drongurin Sámuel vaks upp hjá HARRANUM.

4
Fyrra Sámuelsbók 1:6 Fyrra Sámuelsbók

Hin kona hansara plagdi eisini – fyri at loypa ilt í hana – at arga hana nógv við tí, at HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.

2
Fyrra Sámuelsbók 1:7 Fyrra Sámuelsbók

Soleiðis gekk ár eftir ár: Hvørja ferð tey fóru til hús HARRANS, argaði hon hana á henda hátt – og so græt hon og vildi einki eta.

2
Fyrra Sámuelsbók 1:8 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Elkana, maður hennara, við hana: „Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú ikki? Hví ert tú so sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?“

2
Lukas 1:46 Lukas

Tá segði Maria: „Sál mín setur Harran høgt,

2
Lukas 1:47 Lukas

og andi mín gleðist í Gudi, Frelsara mínum;

2
Lukas 1:48 Lukas

tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla,

2
Lukas 1:49 Lukas

tí Hann hevur gjørt stórverk við meg, Hann, hin veldigi. Heilagt er navn Hansara.

2
Lukas 1:50 Lukas

Ætt eftir ætt er miskunn Hansara yvir teimum, ið óttast Hann.

2
Lukas 1:51 Lukas

Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína.

2
Lukas 1:52 Lukas

Hann hevur stoytt høvdingum úr hásætunum og sett tey høgt, sum hava lítið at týða.

2
Lukas 1:53 Lukas

Svong hevur Hann mettað við góðum gávum, og rík hevur Hann latið fara við tómum hondum.

2
Lukas 1:54 Lukas

Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn

2
Lukas 1:55 Lukas

móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir – soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara.“

2