handayvirlegging

14 versir um "handayvirlegging"

Versir

Síða 1 av 1
Ápostlasøgan 19:6 Ápostlasøgan

Og táið Paulus legði hendurnar á teir, kom Heilagi Andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 4:14 Fyrra Timoteusarbrævið

Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er – sum varð givin tær við profetorðum, við handaálegging hinna elstu!

3
Fyrra Timoteusarbrævið 5:22 Fyrra Timoteusarbrævið

Ver ikki skjótur at leggja hendurnar á nakran, hav ikki lut í syndum annara – halt teg sjálvan reinan!

3
Seinna Timoteusarbrævið 1:6 Seinna Timoteusarbrævið

Tí minni eg teg á, at tú kveikir aftur ta náðigávu Guds, sum í tær er við álegging handa mína.

3
Hebrearabrævið 6:2 Hebrearabrævið

við læru um dópar og handaálegging, um uppreisn hinna deyðu og ævigan dóm!

3
Fyrsta Mósebók 48:14 Fyrsta Mósebók

Men Ísrael rætti út høgru hond og legði hana á høvd Efra’ims, tóat hann var tann yngri, og vinstru hond legði hann á høvd Manasse, so at hann krossaði hendurnar; tí Manasse var hin frumborni.

2
Fimta Mósebók 34:9 Fimta Mósebók

Josva, sonur Nun, var fyltur við vísdómsanda, tí Móses hevði lagt hendurnar á hann; og Ísraelsmenn aktaðu hann og gjørdu, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

2
Markus 6:5 Markus

Og Hann kundi onga kraftargerð gera har, uttan bert at Hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey.

2
Lukas 4:40 Lukas

Men táið sólin gekk undir, komu øll, sum høvdu sjúk fólk við alskyns sjúkum, til Hansara við teimum; og Hann legði hendurnar á hvørt eitt teirra og grøddi tey.

2
Ápostlasøgan 6:6 Ápostlasøgan

Hesar lótu teir stíga fram fyri ápostlarnar, og teir bóðu og løgdu hendurnar á teir.

2
Ápostlasøgan 8:17 Ápostlasøgan

Teir løgdu tá hendurnar á tey, og tey fingu Heilaga Andan.

2
Ápostlasøgan 9:17 Ápostlasøgan

Tá fór Ánanias avstað, kom inn í húsið, legði hendurnar á hann og segði: „Saul, bróðir! Harrin, Jesus, Hann, sum opinberaði Seg fyri tær á vegnum, ið tú komst eftir, hevur sent meg, fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum.“

2
Ápostlasøgan 13:3 Ápostlasøgan

Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað.

2
Ápostlasøgan 28:8 Ápostlasøgan

So bar á, at faðir Publius lá sjúkur av blóðgangi og við fepri. Paulus fór tá inn til hansara, bað og legði hendurnar á hann og grøddi hann.

2