handalesing (hjátrúgv)
21 versir um "handalesing (hjátrúgv)"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Seinna Kongabók 21:6 Seinna Kongabók
Hann læt son sín ganga gjøgnum eldin, fekst við spádóm og gand, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.
Esaias 8:19 Esaias
Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
Esaias 2:6 Esaias
Tí Tú hevur vrakað fólk Títt, hús Jákups, av tí at tey eru full av eysturlendskum gandi, spáa eins og Filistarar og fylla landið við fólki av fremmandari ætt.
Ápostlasøgan 19:19 Ápostlasøgan
Og mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra; virði teirra varð roknað út og funnið at vera 50000 silvurpeningar.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“
Fyrra Krønikubók 10:13 Fyrra Krønikubók
Soleiðis doyði Saul aftur fyri trúloysið, ið hann hevði víst HARRANUM, at hann hevði ikki aktað eftir orði HARRANS, og at hann líka hevði verið og spurt ein anda og biðið hann lagt sær ráð.
Fyrra Krønikubók 10:14 Fyrra Krønikubók
– Men HARRAN spurdi hann ikki til ráðs; tí læt Hann hann doyggja, og síðani læt Hann Dávid, son Ísai, fáa kongadømið.
Seinna Krønikubók 33:6 Seinna Krønikubók
Hann læt synir sínar ganga gjøgnum eldin í Hinnomssonardali, fekst við spádóm, gand og svartakunst, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn – og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara.
Jeremias 10:2 Jeremias
So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!
Mika 5:12 Mika
Eg skal oyða hinar útskornu myndir tínar og minnissteinar tínar úr landi tínum, og tú skalt ikki longur tilbiðja handaverk títt.
Onnur Mósebók 22:18 Onnur Mósebók
Gandakelling skalt tú ikki lata liva.
Triðja Mósebók 19:26 Triðja Mósebók
Tit mugu einki eta við blóðinum í. Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand.
Opinberingin 22:15 Opinberingin
Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn.