Hald teg frískan

24 versir um "Hald teg frískan"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

34
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

34
Triðja Jóhannesarbrævið 1:2 Triðja Jóhannesarbrævið

Tú elskaði! Eg ynski, at tær skal gangast væl á allan hátt, og at tú skalt hava heilsuna – eins og sál tíni gongst væl.

12
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?

8
Fyrra Korintbrævið 3:17 Fyrra Korintbrævið

Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.

8
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið

Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!

8
Ezekiel 24:12 Ezekiel

Troyttandi arbeiði hevur hann volt Mær, og tó er hin tjúkki rustur ikki av honum farin. – Í eldin við rusti hansara!

5
Ezekiel 24:13 Ezekiel

Óreinska tín er skomm; við tað at Eg havi reinsað teg, men tú ert ikki vorðin reinur, skalt tú ikki sleppa frá aftur óreinsku tíni, fyrrenn Eg havi svalað vreiði Míni á tær.

5
Ezekiel 24:14 Ezekiel

Eg, HARRIN, havi talað; tað kemur, og Eg skal gera tað; Eg lati tað ikki vera og eiri ikki og angri ikki; eftir atburði tínum og gerðum tínum skalt tú verða dømdur – sigur Harrin HARRIN.

5
Ezekiel 24:15 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

5
Ezekiel 24:16 Ezekiel

Menniskjasonur! Hana, ið eygu tíni hava gleði sína í, taki Eg frá tær við bráðum deyða; men tú mást ikki gremja teg og ikki gráta – tár tíni mugu ikki renna.

5
Ezekiel 24:17 Ezekiel

Suffa í loynd og halt ikki syrgihátíð sum eftir ein deyðan! Bind húgvu tína á teg, lat teg í skógvar tínar, fjal ikki skeggið, og et ikki sorgarbreyð!

5
Ezekiel 24:18 Ezekiel

Eg talaði so um morgunin til fólkið, og kona mín doyði um kvøldið; og morgunin eftir gjørdi eg, sum mær var sagt.

5
Orðtøkini 3:1 Orðtøkini

Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni!

4
Orðtøkini 3:2 Orðtøkini

Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli.

4
Orðtøkini 3:3 Orðtøkini

Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns!

4
Orðtøkini 3:4 Orðtøkini

So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna.

4
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

4
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

4
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini

Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!

4
Orðtøkini 3:8 Orðtøkini

Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.

4
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini

Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!

4
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini

So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.

4
Esaias 58:11 Esaias

HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.

4