Hald fokus
28 versir um "Hald fokus"
Versir
Síða 1 av 1Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið
Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!
Orðtøkini 4:25 Orðtøkini
Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær!
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir
men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir
Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir
So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir
Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir
Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.
Rómverjabrævið 8:5 Rómverjabrævið
Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga.
Orðtøkini 16:3 Orðtøkini
Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Fyrra Pætursbrævið 3:17 Fyrra Pætursbrævið
Tí betri er at líða fyri góðan atburð – um so er vilji Guds – enn fyri ringan.
Orðtøkini 2:2 Orðtøkini
so tú vendir oyra tínum til vísdóm og boyggir hjarta títt til klókskap,
Orðtøkini 2:3 Orðtøkini
ja, kallar tú á vitið og rópar hart eftir klókskapinum,
Orðtøkini 2:4 Orðtøkini
leitar tú eftir honum sum eftir silvuri, og grevur tú eftir honum sum eftir dýrgripum,
Orðtøkini 2:5 Orðtøkini
so skalt tú skilja, hvat tað er at óttast HARRAN, og vinna tær kunnskap um Gud.
Esaias 26:3 Esaias
Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Kolossibrævið 2:6 Kolossibrævið
Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum,
Kolossibrævið 2:7 Kolossibrævið
og verið rótfest og latið tykkum byggja upp í Honum og staðfesta í trúnni, eins og tit eru lærd, og vaksið í henni við takkargerð!
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
Hebrearabrævið 12:1 Hebrearabrævið
Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,
Hebrearabrævið 12:2 Hebrearabrævið
havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!