Hagar
35 versir um "Hagar"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 16:1 Fyrsta Mósebók
Sárai, kona Ábram, átti honum eingi børn. Men Sárai hevði egyptiska trælkvinnu, ið æt Hagar.
Fyrsta Mósebók 16:2 Fyrsta Mósebók
Sárai segði nú við Ábram: „HARRIN hevur jú gjørt meg ófruktbara; far tí inn til trælkvinnu mína – kanska eg kann fáa avkom gjøgnum hana!“ Ábram gjørdi, sum Sárai segði.
Fyrsta Mósebók 16:3 Fyrsta Mósebók
Sárai, kona Ábram, tók tá og læt Ábram, mann sín, fáa Hagar, ta egyptisku trælkvinnu sína, til konu – tað vóru tá 10 ár, síðani Ábram búsettist í Kána’anslandi!
Fyrsta Mósebók 16:4 Fyrsta Mósebók
Hann fór nú inn til Hagar, og hon varð við barn. Men táið hon sá, at hon var vorðin við barn, vanvirdi hon frú sína.
Fyrsta Mósebók 16:5 Fyrsta Mósebók
Tá segði Sárai við Ábram: „Órætturin, ið eg líði, er tín skuld! Eg havi sjálv givið tær trælkvinnu mína í favn, og nú hon sær, at hon er við barn, vanvirðir hon meg. HARRIN skal vera dómari millum meg og teg!“
Fyrsta Mósebók 16:6 Fyrsta Mósebók
Ábram svaraði Sárai: „Tú ræður jú yvir trælkvinnu tíni – ger við hana, sum tær tykir gott!“ Tá fór Sárai illa við henni, so at hon flýddi frá henni.
Fyrsta Mósebók 16:7 Fyrsta Mósebók
Men eingil HARRANS fann hana við vatnkelduna í oyðimørkini, við kelduna á vegnum til Sur.
Fyrsta Mósebók 16:8 Fyrsta Mósebók
Hann segði: „Hagar, trælkvinna Sárai, hvaðani kemur tú, og hvar ætlar tú tær?“ Hon svaraði: „Eg eri flýdd frá Sárai, frú míni.“
Fyrsta Mósebók 16:9 Fyrsta Mósebók
Tá segði eingil HARRANS við hana: „Far aftur til frú tína og eyðmýk teg undir hond hennara!“
Fyrsta Mósebók 16:10 Fyrsta Mósebók
Og eingil HARRANS segði við hana: „Eg skal lata avkom títt verða so nógv í tali, at tað skal ikki kunna teljast.“
Fyrsta Mósebók 16:11 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði eingil HARRANS við hana: „Tú ert nú við barn og skalt eiga son; honum skalt tú geva navnið Ísmael;* tí HARRIN hevur hoyrt tað, ið tú hevur liðið.
Fyrsta Mósebók 16:12 Fyrsta Mósebók
Hann skal verða eitt villesil av einum menniskja; hond hansara skal vera móti øllum, og hvørs mans hond móti honum; og hann skal liggja í stríði við allar brøður sínar.“
Fyrsta Mósebók 16:13 Fyrsta Mósebók
So gav hon HARRANUM, ið talað hevði við hana, hetta navnið: „Tú ert Gud, sum sær!“ – tí hon segði: „Er tað tó so, at eg havi fingið at síggja Hann, sum sær meg!“
Fyrsta Mósebók 16:14 Fyrsta Mósebók
Tí varð hesin brunnur kallaður Be’er-Lahai-Ro’i;* hann er millum Kades og Bered.
Fyrsta Mósebók 16:15 Fyrsta Mósebók
Hagar átti Ábrami son, og Ábram gav syninum, ið Hagar átti honum, navnið Ísmael.
Fyrsta Mósebók 16:16 Fyrsta Mósebók
Ábram var 86 ár, táið Hagar átti honum Ísmael.
Fyrsta Mósebók 21:8 Fyrsta Mósebók
Drongurin vaks nú upp og varð lagdur av brósti; og Ábraham gjørdi gestaboð, tann dagin ið Ísakur varð lagdur av brósti.
Fyrsta Mósebók 21:9 Fyrsta Mósebók
Men Sára sá, at sonur Hagar, ta egyptisku kvinnuna, hann, ið hon hevði átt Ábrahami, hann spottaði.
Fyrsta Mósebók 21:10 Fyrsta Mósebók
Tá segði hon við Ábraham: „Rek hesa trælkvinnu og son hennara burt! Sonur hesa trælkvinnu skal ikki arva saman við Ísaki, syni mínum!“
Fyrsta Mósebók 21:11 Fyrsta Mósebók
Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt – fyri sonar hansara skuld.
Fyrsta Mósebók 21:12 Fyrsta Mósebók
Men Gud segði við Ábraham: „Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg! Tí í Ísaki er tað, at avkom skal verða uppkallað eftir tær.
Fyrsta Mósebók 21:13 Fyrsta Mósebók
Men eisini son trælkvinnuna skal Eg gera til eitt fólk – hann er jú avkom títt!“
Fyrsta Mósebók 21:14 Fyrsta Mósebók
Tíðliga morgunin eftir tók Ábraham tá breyð og skinnsekk við vatni og fekk Hagar tað at bera millum herðarnar; hann gav henni eisini drongin og læt hana síðani fara. Sum hon nú gekk, viltist hon í oyðimørkini Be’erseba,
Fyrsta Mósebók 21:15 Fyrsta Mósebók
og vatnið í sekkinum varð uppi; tá legði hon drongin undir ein runn
Fyrsta Mósebók 21:16 Fyrsta Mósebók
og fór og setti seg nakað burturfrá, okkurt um eitt bogaskot; tí hon hugsaði: „Eg orki ikki at síggja drongin doyggja!“ Har sat hon nakað burtur frá, og hon skar í at gráta.
Fyrsta Mósebók 21:17 Fyrsta Mósebók
Men Gud hoyrdi málið í dronginum, og eingil Guds rópti á Hagar av himli og segði við hana: „Hvat bagir tær, Hagar? Óttast ikki, Gud hevur hoyrt málið í dronginum, har sum hann liggur!
Fyrsta Mósebók 21:18 Fyrsta Mósebók
Reis teg, hjálp dronginum á føtur og leið hann! Eg skal gera hann til stórt fólk.“
Fyrsta Mósebók 21:19 Fyrsta Mósebók
Gud læt nú eygu hennara upp, so at hon rakti við brunn við vatni; tá fór hon og fylti sekkin við vatni og gav dronginum at drekka.
Fyrsta Mósebók 21:20 Fyrsta Mósebók
Gud var við dronginum; hann vaks upp og búði í oyðimørkini og varð bogamaður.
Fyrsta Mósebók 21:21 Fyrsta Mósebók
Hann búði í Paransoyðimørk, og mamma hansara tók honum konu úr Egyptalandi.
Fyrsta Mósebók 25:12 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Ísmaels, sonar Ábrahams, hansara, sum Ábraham fekk við Hagar, tí egyptisku trælkvinnu Sáru.
Galatiabrævið 4:24 Galatiabrævið
Hetta hevur jú myndarliga merking; tí hesar kvinnur eru sáttmálarnir báðir; annar er sáttmálin av Sinaifjalli, sum føðir børn til trældóm – tað er Hagar.
Galatiabrævið 4:25 Galatiabrævið
Tí „Hagar“ er Sinaifjall í Arabia og svarar til Jerusalem, ið nú er; tí tað er í trældómi við børnum sínum.
Fyrsta Mósebók 17:20 Fyrsta Mósebók
Og viðvíkjandi Ísmael, so havi eg bønhoyrt teg – Eg skal signa hann og lata hann nørast og geva honum eitt ómetaligt avkom: tólv høvdingar skal hann fáa til synir, og Eg skal gera hann til eitt stórt fólk.
Fyrsta Mósebók 25:18 Fyrsta Mósebók
Teir búðu frá Havila til Sur, sum er beint yvir av Egyptalandi, og fram ímóti Assur. Hann kom í stríð við allar brøður sínar.