Guds dómur
19 versir um "Guds dómur"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 5:10 Seinna Korintbrævið
Vit skulu jú øll opinberast fyri dómstóli Kristusar, fyri at ein og hvør kann fáa aftur tað, sum gjørt er við likaminum – eftir tí, sum hann hevur gjørt – veri tað gott ella ilt.
Fyrra Pætursbrævið 4:17 Fyrra Pætursbrævið
Tíðin er jú komin nú, táið dómurin skal byrja – við húsi Guds; og byrjar hann við okkum, hvat verður tá endi teirra, sum eru evangelii Guds ólýðin!
Prædikarin 12:14 Prædikarin
Tí Gud skal draga til dóms eitt og hvørt verk, táið Hann dømir alt tað, ið loynt er, tað veri nú gott ella ilt.
Matteus 12:36 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala.
Matteus 12:37 Matteus
Tí eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur rættvísur, og eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur sekur.“
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Jóhannes 3:18 Jóhannes
Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.
Rómverjabrævið 2:1 Rómverjabrævið
Tú, menniskja – hvør tú so ert, sum dømir – hevur tí onga avsakan; í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama!
Rómverjabrævið 2:2 Rómverjabrævið
Vit vita, at dómur Guds – sum sannleiki býður – er yvir teimum, ið slíkt gera.
Rómverjabrævið 2:3 Rómverjabrævið
Men tú, menniskja, sum dømir tey, ið slíkt gera, og gert tað sjálvur, heldur tú, at tú skalt sleppa undan dómi Guds?
Rómverjabrævið 2:4 Rómverjabrævið
Ella vanvirðir tú ríkidømi góðsku, tolinmóðs og langmóðs Hansara og veitst ikki, at góðska Guds leiðir teg til umvending?
Rómverjabrævið 2:5 Rómverjabrævið
Við tað at tú ert so harður, og hjarta títt kennir ikki angur, hópar tú tær upp vreiði á degi vreiðinnar, táið rættvísi dómur Guds verður opinberaður.
Rómverjabrævið 14:12 Rómverjabrævið
So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan.
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið
Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –
Opinberingin 20:11 Opinberingin
Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum.
Opinberingin 20:12 Opinberingin
Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:13 Opinberingin
Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:14 Opinberingin
Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin – eldsjógvurin.
Opinberingin 20:15 Opinberingin
Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.