guddomlig grøðing
40 versir um "guddomlig grøðing"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 30:17 Jeremias
Tí Eg skal binda um hjá tær og grøða sár tíni – sigur HARRIN; tey rópa teg jú „hina burtriknu“, „Zion, sum eingin spyr eftir.“
Jeremias 33:6 Jeremias
Tó, Eg skal grøða sár hansara og lata tey batna; Eg skal grøða tey og lata tey síggja yvirflóð av friði og trygd.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Triðja Jóhannesarbrævið 1:2 Triðja Jóhannesarbrævið
Tú elskaði! Eg ynski, at tær skal gangast væl á allan hátt, og at tú skalt hava heilsuna – eins og sál tíni gongst væl.
Fyrra Pætursbrævið 2:24 Fyrra Pætursbrævið
– sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd.
Sálmarnir 103:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!
Sálmarnir 103:2 Sálmarnir
Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!
Sálmarnir 103:3 Sálmarnir
Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar,
Sálmarnir 103:4 Sálmarnir
sum loysir lív títt frá grøvini og krýnir teg við náði og miskunn,
Sálmarnir 103:5 Sálmarnir
sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin.
Sálmarnir 103:6 Sálmarnir
HARRIN ger rættvísi og rætt móti øllum kúgaðum.
Sálmarnir 103:7 Sálmarnir
Hann læt Móses vita vegir Sínar, børn Ísraels verk Síni.
Sálmarnir 103:8 Sálmarnir
Miskunnsamur og náðigur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í mildleika.
Sálmarnir 103:9 Sálmarnir
Hann heldur ikki við at hava nakað ímóti einum, og Hann goymir ikki til ævigar tíðir vreiði.
Sálmarnir 103:10 Sálmarnir
Hann ger ikki við okkum eftir syndum okkara og lønir okkum ikki eftir misgerðum okkara.
Sálmarnir 103:11 Sálmarnir
Nei, sum himmalin er høgt yvir jørðini, er náði Hansara stór yvir teimum, ið óttast Hann.
Sálmarnir 103:12 Sálmarnir
So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum.
Sálmarnir 103:13 Sálmarnir
Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann.
Sálmarnir 103:14 Sálmarnir
Tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust.
Sálmarnir 103:15 Sálmarnir
Sum grasið eru dagar mansins; sum blóman á markini, so blómar hann.
Sálmarnir 103:16 Sálmarnir
Táið vindurin blæsur á hann, er hann ikki til longur, og stað hansara veit einki um hann longur.
Sálmarnir 103:17 Sálmarnir
Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann, og rættferð Hansara røkkur líka til barnabørn
Sálmarnir 103:18 Sálmarnir
– móti teimum, ið halda sáttmála Hansara og minnast boð Hansara, so tey gera eftir teimum.
Sálmarnir 103:19 Sálmarnir
HARRIN hevur reist hásæti Sítt í Himli, og alt er lagt undir ríki Hansara.
Sálmarnir 103:20 Sálmarnir
Lovið HARRANUM, tit einglar Hansara, tit veldigu í mátti, sum gera tað, ið Hann býður, við tað sama sum tit hoyra ljóðið av orði Hansara!
Sálmarnir 103:21 Sálmarnir
Lovið HARRANUM, allir herskarar Hansara, tit tænarar Hansara, sum fullføra vilja Hansara!
Sálmarnir 103:22 Sálmarnir
Lovið HARRANUM, øll verk Hansara, allastaðni har sum Hann ræður! – Sál mín, lova HARRANUM!
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið
Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.
Jákupsbrævið 5:14 Jákupsbrævið
Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.
Jákupsbrævið 5:15 Jákupsbrævið
Og bønin, biðin í trúgv, skal hjálpa hinum sjúka; Harrin skal reisa hann upp, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar.
Onnur Mósebók 15:26 Onnur Mósebók
Hann segði: „Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar – men Eg eri HARRIN, lækni tín!“
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Matteus 8:16 Matteus
Men táið kvøldið var komið, førdu tey til Hansara mong, sum sett vóru av illum andum; og Hann rak út andarnar við orði og grøddi øll hini sjúku –
Matteus 8:17 Matteus
fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur: „Hann tók veikleikar okkara og bar sjúkur okkara.“
Matteus 12:15 Matteus
Men táið Jesus fekk hetta at vita, fór Hann burtur haðani. Og mong fylgdu Honum, og Hann grøddi tey øll.
Markus 16:18 Markus
tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.“
Ápostlasøgan 10:38 Ápostlasøgan
– um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á – tí Gud var við Honum.
Ápostlasøgan 28:8 Ápostlasøgan
So bar á, at faðir Publius lá sjúkur av blóðgangi og við fepri. Paulus fór tá inn til hansara, bað og legði hendurnar á hann og grøddi hann.
Rómverjabrævið 10:17 Rómverjabrævið
So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.