Gud virkar gjøgnum teg
78 versir um "Gud virkar gjøgnum teg"
Versir
Síða 2 av 2Rómverjabrævið 8:14 Rómverjabrævið
So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.
Rómverjabrævið 8:15 Rómverjabrævið
Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“
Rómverjabrævið 8:16 Rómverjabrævið
Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds.
Rómverjabrævið 8:17 Rómverjabrævið
Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum.
Rómverjabrævið 8:18 Rómverjabrævið
Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.
Rómverjabrævið 8:19 Rómverjabrævið
Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.
Rómverjabrævið 8:20 Rómverjabrævið
Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana,
Rómverjabrævið 8:21 Rómverjabrævið
í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.
Rómverjabrævið 8:22 Rómverjabrævið
Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.
Rómverjabrævið 8:23 Rómverjabrævið
Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.
Rómverjabrævið 8:24 Rómverjabrævið
Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað!
Rómverjabrævið 8:25 Rómverjabrævið
Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí.
Rómverjabrævið 8:26 Rómverjabrævið
So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.
Rómverjabrævið 8:27 Rómverjabrævið
Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heilagu.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Rómverjabrævið 8:29 Rómverjabrævið
Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.
Rómverjabrævið 8:30 Rómverjabrævið
Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.
Rómverjabrævið 8:31 Rómverjabrævið
Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum!
Rómverjabrævið 8:32 Rómverjabrævið
Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!
Rómverjabrævið 8:33 Rómverjabrævið
Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger.
Rómverjabrævið 8:34 Rómverjabrævið
Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er – sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum.
Rómverjabrævið 8:35 Rómverjabrævið
Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð!
Rómverjabrævið 8:36 Rómverjabrævið
– sum skrivað er: „Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.“
Rómverjabrævið 8:37 Rómverjabrævið
Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum.
Rómverjabrævið 8:38 Rómverjabrævið
Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,
Rómverjabrævið 8:39 Rómverjabrævið
hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.