Gud sum hjúnamaður

38 versir um "Gud sum hjúnamaður"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 54:5 Esaias

Tí skapari tín er ektamaður tín – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara – og hin Heilagi í Ísrael er loysnari tín; Gud alrar jarðarinnar kallast Hann.

22
Hoseas 2:19 Hoseas

Eg skal trúlova Meg við tær til ævigar tíðir; Eg skal trúlova Meg við tær í rættvísi og rætti, í náði og miskunn;

14
Ezekiel 16:8 Ezekiel

Tá gekk Eg fram á teg og sá teg, og Eg fekk at síggja, at tíð tín var komin, elskhugatíð tín; Eg breiddi kappa Mín yvir teg og fjaldi skomm tína, og Eg svór tær trúskap og gjørdi sáttmála við teg – sigur Harrin HARRIN – tú vart Mín.

11
Ezekiel 16:9 Ezekiel

So vaskaði Eg tær í vatni, skolaði blóðið av tær og salvaði teg við olju.

11
Ezekiel 16:10 Ezekiel

Eg læt teg í klæði, vovin í ymiskum litum, fekk tær skógvar av sjókúskinni at vera í, bant upp á teg fínt høvuðlín og sveipaði teg í silki.

11
Ezekiel 16:11 Ezekiel

Eg skrýddi teg við prýðum, spenti armbond um handliðir tínar og bant ketu um háls tín.

11
Ezekiel 16:12 Ezekiel

Eg hongdi tær ring í nøsina og oyrnaringar í oyruni og setti fagra krúnu á høvd títt.

11
Ezekiel 16:13 Ezekiel

Tú skrýddi teg við gulli og silvuri, og klæði tíni vóru av fínum líni, silki og toyi, vovnum í ymiskum litum. Tú livdi av fínum mjøli, hunangi og olju, og tú vart ovurhonds vøkur; endin varð, at tú gjørdist drotning.

11
Ezekiel 16:14 Ezekiel

Tú vart tiltikin millum tjóðirnar fyri vakurleika tín; tí hitt fagra skart, ið Eg hevði latið teg í, hevði gjørt hann fullkomnan – sigur Harrin HARRIN.

11
Hoseas 2:16 Hoseas

Tann dag – sigur HARRIN – skalt tú rópa: „Maður mín!“ og ikki longur rópa á Meg: „Ba’al mín!“

10
Esaias 54:6 Esaias

Tí sum vrakaða konu við sorg í hjartanum kallar HARRIN teg, og ungdómsbrúður – hvør fer at havna hana! sigur Gud tín.

9
Esaias 54:7 Esaias

Lítla løtu vendi Eg tær bakið, men í stórari miskunn skal Eg savna teg.

9
Jeremias 31:32 Jeremias

ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra til at leiða teir út av Egyptalandi – sáttmálan við Meg, sum teir brutu, tóat Eg var rætti Harri teirra – sigur HARRIN.

6
Sálmarnir 147:3 Sálmarnir

Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta, og bindur um sár teirra;

3
Jeremias 2:1 Jeremias

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

3
Jeremias 2:2 Jeremias

Far og rópa Jerusalem í oyruni: So sigur HARRIN: Eg minnist elskhug tín, táið tú vart ung, kærleik tín, meðan vit vóru trúlovað – hvussu tú fylgdi Mær eftir í oyðimørkini, í landi, sum ikki verður sáað í;

3
Jeremias 2:3 Jeremias

HARRANUM halgað var Ísrael, frumgróður Hansara; øll, ið ætlaðu at eta tað, noyddust at bøta; vanlukka kom á tey – sigur HARRIN.

3
Jeremias 2:4 Jeremias

Hoyrið orð HARRANS, tit av húsi Jákups og allar ættir Ísraels hús!

3
Jeremias 2:5 Jeremias

So sigur HARRIN: Hvat rangvørgt hava fedrar tykkara funnið hjá Mær, síðani teir rýmdu langt burtur frá Mær og hildu seg til tómar gudar – og gjørdust tómir sjálvir!

3
Jeremias 2:6 Jeremias

Teir spurdu ikki: „Hvar er HARRIN, sum flutti okkum út av Egyptalandi og leiddi okkum í oyðimørkini, í landi við heiðum og gjáum, landi við turki og deyðaskugga, landi, sum eingin maður hevur ferðast um, og einki menniskja búð í?“

3
Jeremias 2:7 Jeremias

Eg leiddi tykkum inn í landið við hini ríku grøði, so tit sluppu at eta av ávøksti tess og góða; men táið tit komu inn hagar, gjørdu tit land Mítt óreint og arvalut Mín til viðurstygd.

3
Jeremias 2:8 Jeremias

Prestarnir søgdu ikki: „Hvar er HARRIN?“ Teir, ið fingust við lógina, kendu Meg ikki; hirðarnir fullu frá Mær, og profetarnir profeteraðu í navni Ba’als og hildu seg til teirra, sum ikki eru mentir at hjálpa.

3
Jeremias 2:9 Jeremias

Tí liggi Eg enn í søk við tykkum – sigur HARRIN – ja, við barnabørn tykkara fari Eg at liggja í søk!

3
Jeremias 2:10 Jeremias

Tí farið yvir til Kitteaoyggjar og vitið, sendið boð til Kedar og kannið gjølla eftir – vitið, um nakað slíkt hevur hent!

3
Jeremias 2:11 Jeremias

Man nakað heidningafólk hava skift gudar! – Og teir eru ikki gudar! Men fólk Mítt hevur latið dýrd sína* fyri tað, ið einki nyttar!

3
Ezekiel 16:32 Ezekiel

horkvinna tín, sum tekur ímóti fremmandum í staðin fyri ímóti manni tínum!

3
Efesusbrævið 5:31 Efesusbrævið

Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.

3
Efesusbrævið 5:32 Efesusbrævið

Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum.

3
Opinberingin 21:2 Opinberingin

Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerusalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum.

3
Opinberingin 22:17 Opinberingin

Andin og brúðurin siga: „Kom!“ Tann, ið hoyrir, sigi: „Kom!“ Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!“

3
Esaias 50:1 Esaias

So sigur HARRIN: Hvar er skilnaðarbræv móður tykkara, sum Eg havi rikið hana burtur við! Ella hvørjum av teimum, ið hava nakað at krevja Meg eftir, havi Eg selt tykkum! Nei, aftur fyri misbrot tykkara eru tit seld, og aftur fyri synd tykkara er móðir tykkara rikin burtur!

2
Esaias 50:2 Esaias

Hví var eingin har, táið Eg kom? Hví svaraði eingin, táið Eg rópti? Er hond Mín ov stutt til at frelsa! Er eingin máttur hjá Mær til at bjarga! Við hóttan Míni turki Eg upp havið, geri Eg áir til oyðimørk, so fiskarnir í teimum rotna, tí einki vatn er, og doyggja av tosta;

2
Malakias 3:17 Malakias

Og tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

2
Seinna Korintbrævið 11:2 Seinna Korintbrævið

Tí eg krevji tykkum heilt, sum Gud krevur; eg trúlovaði tykkum jú við einum manni, fyri at leiða Kristusi fram reina moyggj.

2
Opinberingin 2:4 Opinberingin

Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum.

2
Opinberingin 2:5 Opinberingin

Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara – um tú vendir ikki við.

2