Gud sum hin sami

14 versir um "Gud sum hin sami"

Versir

Síða 1 av 1
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið

Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.

11
Malakias 3:6 Malakias

Tí Eg, HARRIN, eri hin sami sum áður, og ikki er úti við tykkum, børnum Jákups.

9
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið

Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.

5
Opinberingin 1:8 Opinberingin

Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi.

5
Sálmarnir 90:2 Sálmarnir

Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!

3
Sálmarnir 102:24 Sálmarnir

Hann hevur boygt kraft mína á vegnum, Hann hevur stytt dagar mínar.

3
Sálmarnir 102:25 Sálmarnir

Eg sigi: Gud mín, tak meg ikki burtur á hálvum aldri! – Ár Tíni vara mann eftir mann.

3
Sálmarnir 102:26 Sálmarnir

Tú grundfesti jørðina í forðum, og himlarnir eru handaverk Títt;

3
Sálmarnir 102:27 Sálmarnir

teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum plagg; sum klæði skiftir Tú teir, og teir hvørva.

3
Sálmarnir 89:34 Sálmarnir

men náði Mína taki Eg ikki frá honum, og trúfesti Mína svíki Eg ikki;

2
Jóhannes 1:1 Jóhannes

Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.

2
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

2
Fyrra Pætursbrævið 1:24 Fyrra Pætursbrævið

Tí alt kjøt er sum gras, og øll dýrd tess sum blóma grassins; grasið følnar, og blóma tess fellur av;

2
Fyrra Pætursbrævið 1:25 Fyrra Pætursbrævið

men orð Harrans verður í allar ævir. – Og hetta er orðið, sum tykkum er kunngjørt við evangeliinum.

2