Gud skapti heimin
62 versir um "Gud skapti heimin"
Versir
Síða 2 av 2Fyrsta Mósebók 2:16 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN gav Ádami hetta boð: „Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum
Fyrsta Mósebók 2:17 Fyrsta Mósebók
uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“
Fyrsta Mósebók 2:18 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN segði nú: „Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.“
Fyrsta Mósebók 2:19 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN hevði úr jørðini myndað øll dýr á markini og allar fuglar undir himli; og Hann leiddi tey til Ádam fyri at vita, hvat hann fór at kalla tey; tað, ið Ádam kallaði hvønn livandi skapning, tað skuldi vera navn hansara.
Fyrsta Mósebók 2:20 Fyrsta Mósebók
Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin hjálp at finna, slík, sum hóskaði honum.
Fyrsta Mósebók 2:21 Fyrsta Mósebók
Tá læt Gud HARRIN fastan svøvn falla á Ádam, og táið hann var sovnaður, tók Hann eitt av rivum hansara og fylti aftur í aftur við holdi.
Fyrsta Mósebók 2:22 Fyrsta Mósebók
Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud HARRIN kvinnu og leiddi hana til Ádam.
Fyrsta Mósebók 2:23 Fyrsta Mósebók
Tá segði Ádam: „Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin.“
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Fyrsta Mósebók 2:25 Fyrsta Mósebók
– Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara; men tey blúgvaðust ikki.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Opinberingin 4:11 Opinberingin
„Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“