Gud royndi Abrahám
83 versir um "Gud royndi Abrahám"
Versir
Síða 2 av 2Fyrsta Mósebók 21:3 Fyrsta Mósebók
Ábraham gav syninum, ið hann hevði fingið, navnið Ísakur, honum, ið Sára hevði átt honum.
Fyrsta Mósebók 21:4 Fyrsta Mósebók
Ábraham umskar Ísak, son sín, táið hann var átta dagar gamal, soleiðis sum Gud hevði álagt honum.
Fyrsta Mósebók 21:5 Fyrsta Mósebók
Ábraham var 100 ár, táið hann fekk sonin Ísak.
Fyrsta Mósebók 21:6 Fyrsta Mósebók
Tá segði Sára: „Gud hevur fingið meg at læa; øll, ið frætta hetta, fara at læa at mær!“
Fyrsta Mósebók 21:7 Fyrsta Mósebók
Og hon segði: „Hvør skuldi sagt Ábrahami, at Sára hevði børn á brósti! So sanniliga havi eg átt honum son á elliárum hansara!“
Fyrsta Mósebók 21:8 Fyrsta Mósebók
Drongurin vaks nú upp og varð lagdur av brósti; og Ábraham gjørdi gestaboð, tann dagin ið Ísakur varð lagdur av brósti.
Fyrsta Mósebók 21:9 Fyrsta Mósebók
Men Sára sá, at sonur Hagar, ta egyptisku kvinnuna, hann, ið hon hevði átt Ábrahami, hann spottaði.
Fyrsta Mósebók 21:10 Fyrsta Mósebók
Tá segði hon við Ábraham: „Rek hesa trælkvinnu og son hennara burt! Sonur hesa trælkvinnu skal ikki arva saman við Ísaki, syni mínum!“
Fyrsta Mósebók 21:11 Fyrsta Mósebók
Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt – fyri sonar hansara skuld.
Fyrsta Mósebók 21:12 Fyrsta Mósebók
Men Gud segði við Ábraham: „Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg! Tí í Ísaki er tað, at avkom skal verða uppkallað eftir tær.
Fyrsta Mósebók 21:13 Fyrsta Mósebók
Men eisini son trælkvinnuna skal Eg gera til eitt fólk – hann er jú avkom títt!“
Fyrsta Mósebók 21:14 Fyrsta Mósebók
Tíðliga morgunin eftir tók Ábraham tá breyð og skinnsekk við vatni og fekk Hagar tað at bera millum herðarnar; hann gav henni eisini drongin og læt hana síðani fara. Sum hon nú gekk, viltist hon í oyðimørkini Be’erseba,
Fyrsta Mósebók 21:15 Fyrsta Mósebók
og vatnið í sekkinum varð uppi; tá legði hon drongin undir ein runn
Fyrsta Mósebók 21:16 Fyrsta Mósebók
og fór og setti seg nakað burturfrá, okkurt um eitt bogaskot; tí hon hugsaði: „Eg orki ikki at síggja drongin doyggja!“ Har sat hon nakað burtur frá, og hon skar í at gráta.
Fyrsta Mósebók 21:17 Fyrsta Mósebók
Men Gud hoyrdi málið í dronginum, og eingil Guds rópti á Hagar av himli og segði við hana: „Hvat bagir tær, Hagar? Óttast ikki, Gud hevur hoyrt málið í dronginum, har sum hann liggur!
Fyrsta Mósebók 21:18 Fyrsta Mósebók
Reis teg, hjálp dronginum á føtur og leið hann! Eg skal gera hann til stórt fólk.“
Fyrsta Mósebók 21:19 Fyrsta Mósebók
Gud læt nú eygu hennara upp, so at hon rakti við brunn við vatni; tá fór hon og fylti sekkin við vatni og gav dronginum at drekka.
Fyrsta Mósebók 21:20 Fyrsta Mósebók
Gud var við dronginum; hann vaks upp og búði í oyðimørkini og varð bogamaður.
Fyrsta Mósebók 21:21 Fyrsta Mósebók
Hann búði í Paransoyðimørk, og mamma hansara tók honum konu úr Egyptalandi.
Fyrsta Mósebók 21:22 Fyrsta Mósebók
Um hesa tíðina komu Abimelek og Pikol, herhøvdingi hansara, og søgdu við Ábraham: „Gud er við tær í øllum, sum tú gert.
Fyrsta Mósebók 21:23 Fyrsta Mósebók
Svør mær tá nú her um Gud, at tú skalt ikki vera trúleysur móti mær ella børnum og eftirkomarum mínum, men at tú skalt vísa somu góðsku móti mær og móti landinum, ið tú býrt í sum fremmandur, sum eg havi víst móti tær!“
Fyrsta Mósebók 21:24 Fyrsta Mósebók
Ábraham svaraði: „Ja, eg skal svørja!“
Fyrsta Mósebók 21:25 Fyrsta Mósebók
Tó átalaði Ábraham Abimelek fyri ein brunn, ið trælirnir hjá Abimeleki høvdu rænt frá honum.
Fyrsta Mósebók 21:26 Fyrsta Mósebók
Men Abimelek svaraði: „Eg veit einki um, hvør ið hetta hevur gjørt; sjálvur hevur tú einki sagt mær, og eg havi einki hoyrt um tað fyrrenn í dag.“
Fyrsta Mósebók 21:27 Fyrsta Mósebók
Tá tók Ábraham smáfæ og neyt og gav Abimeleki, og teir gjørdu sáttmála sínámillum.
Fyrsta Mósebók 21:28 Fyrsta Mósebók
Men sjey lomb úr gonguni læt Ábraham standa fyri seg sjálv;
Fyrsta Mósebók 21:29 Fyrsta Mósebók
og táið Abimelek spurdi hann: „Hvat hava hesi sjey lombini at týða, sum tú hevur sett har fyri seg sjálv?“
Fyrsta Mósebók 21:30 Fyrsta Mósebók
so svaraði hann: „Hasi sjey lombini skalt tú taka av hond míni sum vitnisburð um, at tað eri eg, ið havi grivið henda brunn.“
Fyrsta Mósebók 21:31 Fyrsta Mósebók
– Tí varð hetta staðið kallað Be’erseba;* tí har gjørdu teir báðir eið.
Fyrsta Mósebók 21:32 Fyrsta Mósebók
So gjørdu teir nú sáttmála í Be’erseba. Síðani fóru Abimelek og Pikol, herhøvdingi hansara, avstað aftur og fóru aftur til Filistaraland.
Fyrsta Mósebók 21:33 Fyrsta Mósebók
Ábraham plantaði í Be’erseba ein tamarisk og ákallaði har navn HARRANS hins æviga Guds.
Fyrsta Mósebók 21:34 Fyrsta Mósebók
Og Ábraham búði langa tíð í Filistaralandi sum fremmandur.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.