Gud royndi Abrahám
83 versir um "Gud royndi Abrahám"
Versir
Síða 1 av 2Fyrsta Mósebók 22:1 Fyrsta Mósebók
Nakað eftir hetta royndi Gud Ábraham. Hann segði við hann: „Ábraham!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
Fyrsta Mósebók 22:2 Fyrsta Mósebók
Tá segði Hann: „Tak son tín, Ísak, tín einasta, hann, ið tú elskar, far til Morialand og ofra hann har sum brennioffur á einum av fjøllunum, sum Eg skal vísa tær!“
Fyrsta Mósebók 22:3 Fyrsta Mósebók
Tíðliga morgunin eftir saðlaði tá Ábraham esil sítt, tók tveir av dreingjum sínum og son sín Ísak við sær, høgdi við til brenniofrið og fór so avstað, hagar sum Gud hevði sagt við hann.
Fyrsta Mósebók 22:4 Fyrsta Mósebók
Táið Ábraham triðja dagin hugdi rundan um seg, sá hann staðið langt burtur.
Fyrsta Mósebók 22:5 Fyrsta Mósebók
Tá segði Ábraham við dreingir sínar: „Steðgið tit her við eslinum! Eg og drongurin fara hagar yvir at tilbiðja og koma so aftur til tykkara.“
Fyrsta Mósebók 22:6 Fyrsta Mósebók
Ábraham tók so viðin til brenniofrið og læt son sín Ísak bera hann; sjálvur tók hann eldin og offurknívin, og so fylgdust teir báðir.
Fyrsta Mósebók 22:7 Fyrsta Mósebók
Tá segði Ísakur við Ábraham, faðir sín: „Pápi!“ Hann svaraði: „Ja, sonur mín!“ Hann segði: „Her er eldurin og brennið, men hvar er lambið til brenniofrið?“
Fyrsta Mósebók 22:8 Fyrsta Mósebók
Ábraham svaraði: „Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sær lambið til brenniofrið, sonur mín!“ So fylgdust teir báðir.
Fyrsta Mósebók 22:9 Fyrsta Mósebók
Táið teir nú komu til staðið, sum Gud hevði sagt við hann, reisti Ábraham har altar og legði viðin á tað; síðani bant hann Ísak, son sín, og legði hann á altarið, oman á viðin.
Fyrsta Mósebók 22:10 Fyrsta Mósebók
Og Ábraham rætti út hondina, og tók knívin – at drepa son sín.
Fyrsta Mósebók 22:11 Fyrsta Mósebók
Tá rópti eingil HARRANS av himli á hann: „Ábraham, Ábraham!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
Fyrsta Mósebók 22:12 Fyrsta Mósebók
Eingilin segði: „Legg ikki hond á drongin, ger honum einki! Nú veit Eg, at tú óttast Gud – tú hevur ikki spart einasta son tín fyri Meg!“
Fyrsta Mósebók 22:13 Fyrsta Mósebók
Táið Ábraham nú hugdi upp, sá hann aftan fyri seg veðr, sum var komin fastur við hornunum í nakrar tættar greinar, og Ábraham fór og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í staðin fyri son sín.
Fyrsta Mósebók 22:14 Fyrsta Mósebók
Ábraham gav hesum staðnum navnið „HARRIN sær“; nú á døgum eitur tað „Fjallið, har sum HARRIN letur Seg síggja“.
Fyrsta Mósebók 22:15 Fyrsta Mósebók
Eingil HARRANS rópti nú uppaftur av himli á Ábraham:
Fyrsta Mósebók 22:16 Fyrsta Mósebók
„Eg svørji um Meg sjálvan, sigur HARRIN, at aftur fyri at tú gjørdi hetta og spardi ikki einasta son tín,
Fyrsta Mósebók 22:17 Fyrsta Mósebók
so skal Eg stórliga signa teg og gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og sum sandin á sjóvarstrond; avkom títt skal koma at eiga portrini hjá fíggindum sínum;
Fyrsta Mósebók 22:18 Fyrsta Mósebók
og í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar – aftur fyri at tú lurtaði eftir Mær!“
Fyrsta Mósebók 22:19 Fyrsta Mósebók
So fór Ábraham aftur til dreingir sínar, og teir fóru avstað haðani og fylgdust aftur til Be’erseba. Og Ábraham varð búgvandi í Be’erseba.
Fyrsta Mósebók 22:20 Fyrsta Mósebók
Nakað eftir hetta vórðu hesi tíðindi borin Ábrahami: „Nakor, bróðir tín, og Milka hava eisini fingið synir:
Fyrsta Mósebók 22:21 Fyrsta Mósebók
Uz – sum er hin frumborni hansara – og Buz, bróðir hansara, Kemuel, faðir Áram,
Fyrsta Mósebók 22:22 Fyrsta Mósebók
Kesed, Hazo, Pildas, Jidlaf og Betuel.“
Fyrsta Mósebók 22:23 Fyrsta Mósebók
– Betuel var faðir Rebekku. – Hesar 8 fekk Nakor, bróðir Ábraham, við Milku.
Fyrsta Mósebók 22:24 Fyrsta Mósebók
Eisini hjákona hansara, sum æt Re’uma, fekk børn: Teba, Gaham, Tahas og Ma’aku.
Hebrearabrævið 11:17 Hebrearabrævið
Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið,
Hebrearabrævið 11:18 Hebrearabrævið
og sum sagt varð við: „Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.“
Hebrearabrævið 11:19 Hebrearabrævið
Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu – og haðani fekk hann hann jú eisini aftur – í líknilsi talað.
Fyrsta Mósebók 15:1 Fyrsta Mósebók
Nakað eftir hetta kom orð HARRANS til Ábram í eini sjón; Hann segði: „Óttast ikki, Ábram! Eg eri skjøldur tín; løn tín skal verða ógvuliga stór!“
Fyrsta Mósebók 15:2 Fyrsta Mósebók
Men Ábram svaraði: „Harri HARRI, hvat ætlar Tú at geva mær! Eg fari jú barnleysur burtur, og hesin Eliezer úr Damaskus skal arva hús mítt!“
Fyrsta Mósebók 15:3 Fyrsta Mósebók
Ábram legði aftrat: „Tú hevur jú einki avkom givið mær, og ein tænari, sum føddur er í húsi mínum, kemur at arva meg!“
Fyrsta Mósebók 15:4 Fyrsta Mósebók
Men tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði: „Nei, hann skal ikki arva teg! Ein ið kemur út úr tínum egna lívi, hann skal arva teg!“
Fyrsta Mósebók 15:5 Fyrsta Mósebók
So fór Hann út við honum og segði: „Hygg upp móti himli og vita, um tú kanst telja stjørnurnar!“ Og Hann segði við hann: „Soleiðis skal avkom títt verða!“
Fyrsta Mósebók 15:6 Fyrsta Mósebók
Og Ábram trúði HARRANUM, og Hann roknaði honum tað til rættvísi.
Fyrsta Mósebók 15:7 Fyrsta Mósebók
Síðani segði Hann við hann: „Eg eri HARRIN, sum leiddi teg burtur úr Ur í Kaldea til at geva tær hetta landið í ogn!“
Fyrsta Mósebók 15:8 Fyrsta Mósebók
Men hann segði: „Harri HARRI, av hvørjum kann eg vita, at eg skal eiga tað?“
Fyrsta Mósebók 15:9 Fyrsta Mósebók
Tá segði Hann við hann: „Fá Mær tríára gamla kvígu, tríára gamla geit, tríára gamlan veðr, turtildúvu og dúvuunga!“
Fyrsta Mósebók 15:10 Fyrsta Mósebók
Hann fekk Honum nú øll hesi dýrini, skar tey av um miðju og legði helvtirnar av hvørjum dýri, hvørja beint yvir av aðrari; fuglarnar skar hann tó ikki sundur.
Fyrsta Mósebók 15:11 Fyrsta Mósebók
Tá skutu rovfuglar seg niður á teir deyðu kropparnar, men Ábram stygdi teir burtur.
Fyrsta Mósebók 15:12 Fyrsta Mósebók
Táið sólin so var um at fara niður, og fastur svøvnur var fallin á Ábram, tá kom ræðsla og stórt myrkur á hann.
Fyrsta Mósebók 15:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Hann við Ábram: „Tað skalt tú vita, at avkom títt skal búgva sum fremmant í einum landi, ið ikki er teirra; tey skulu vera trælir hjá fólkinum har og verða illa viðfarin av teimum í 400 ár.
Fyrsta Mósebók 15:14 Fyrsta Mósebók
Men eisini tað fólkið, ið tey skulu træla hjá, skal Eg døma. Síðani skulu tey fara haðani við nógvum góðsi.
Fyrsta Mósebók 15:15 Fyrsta Mósebók
Men tú skalt fara í friði til fedrar tínar og verða jarðaður á góðum elliárum.
Fyrsta Mósebók 15:16 Fyrsta Mósebók
Og í fjórða ættarliði skulu tey koma aftur higar – tí enn hava Amoritar ikki fylt syndamál sítt.“
Fyrsta Mósebók 15:17 Fyrsta Mósebók
Táið nú sólin var undirgingin, og myrkt var vorðið, sást rúkandi ovnur og logandi eldur, sum fór fram millum teir sundurskornu kropparnar.
Fyrsta Mósebók 15:18 Fyrsta Mósebók
Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat,
Fyrsta Mósebók 15:19 Fyrsta Mósebók
tað er land Kenita, Kenizita, Kadmonita,
Fyrsta Mósebók 15:20 Fyrsta Mósebók
Hetita, Perizita, Refa’ita,
Fyrsta Mósebók 15:21 Fyrsta Mósebók
Amorita, Kána’anita, Girgasita og Jebusita.“
Fyrsta Mósebók 21:1 Fyrsta Mósebók
HARRIN vitjaði Sáru, sum Hann hevði lovað; HARRIN gjørdi við Sáru, sum Hann hevði sagt.
Fyrsta Mósebók 21:2 Fyrsta Mósebók
Sára varð við barn og átti Ábrahami son á elliárum hansara, ta tíðina sum Gud hevði sagt honum.