Gud forsýr
36 versir um "Gud forsýr"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 4:19 Filippibrævið
Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.
Matteus 6:31 Matteus
Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“
Matteus 6:32 Matteus
Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.
Matteus 7:11 Matteus
Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!
Lukas 12:24 Lukas
Aktið eftir ravnunum! Teir hvørki sáa ella heysta, teir hava ongan hjall og onga løðu, og Gud føðir teir; hvussu mangan meiri eru ikki tit verdir enn fuglarnir!
Sálmarnir 34:10 Sálmarnir
Óttist HARRAN, tit heilagu Hansara, tí einki fattast teimum, ið óttast Hann!
Rómverjabrævið 5:1 Rómverjabrævið
Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.
Rómverjabrævið 5:2 Rómverjabrævið
Við Honum hava vit eisini fingið atgongd í trúnni til hesa náði, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um dýrd Guds.
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið
Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,
Rómverjabrævið 5:4 Rómverjabrævið
tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –
Rómverjabrævið 5:5 Rómverjabrævið
og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.
Rómverjabrævið 5:6 Rómverjabrævið
Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, táið tíðin var komin, fyri gudleys.
Rómverjabrævið 5:7 Rómverjabrævið
Neyvan fer nakar at doyggja fyri ein rættvísan – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði havt mót at doyð –
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið
men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Rómverjabrævið 5:9 Rómverjabrævið
Mangan meir skulu vit tí, táið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini.
Rómverjabrævið 5:10 Rómverjabrævið
Tí vórðu vit, táið vit vóru fíggindar, sátt við Gud við deyða Sonar Hansara, skulu vit mangan meir, eftir at vit nú eru sátt, verða frelst við lívi Hansara.
Rómverjabrævið 5:11 Rómverjabrævið
Og ikki bert tað; vit rósa okkum eisini av Gudi við Harra okkara Jesusi Kristi, sum vit nú hava fingið sáttargerðina við.
Rómverjabrævið 5:12 Rómverjabrævið
Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu
Rómverjabrævið 5:13 Rómverjabrævið
– tí synd var í heiminum, áðrenn lógin var; men synd verður ikki tilroknað, har eingin lóg er.
Rómverjabrævið 5:14 Rómverjabrævið
Tó ráddi deyðin frá Ádami til Móses, eisini yvir teimum, ið ikki høvdu syndað við broti, Ádams líkum – sum er fyrimynd Hansara, ið koma skuldi.
Rómverjabrævið 5:15 Rómverjabrævið
Men ikki er so við náðigávuni sum við fallinum; tí doyðu hini mongu við falli hins eina, so er mangan meir náði Guds og gávan komin í yvirflóð til hini mongu við náði hins eina mans, Jesu Krists.
Rómverjabrævið 5:16 Rómverjabrævið
Og við gávuni er ikki, sum var, táið hin eini syndaði; tí dómurin kom við einum einstøkum og varð til fordøming, men náðigávan varð út av mongum føllum til rættvísgering.
Rómverjabrævið 5:17 Rómverjabrævið
Ráddi deyðin, aftur fyri fall hins eina, við hinum eina, so skulu mangan meiri tey, sum fáa yvirflóð náðinnar og rættvísigávunnar, ráða í lívinum við hinum eina, Jesusi Kristi.
Rómverjabrævið 5:18 Rómverjabrævið
Eins og tí við falli eins fordøming er komin yvir øll menniskju, so er eisini við rættvísi eins rættvísgering lívsins komin yvir øll menniskju.
Rómverjabrævið 5:19 Rómverjabrævið
Tí eins og hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, so skulu eisini hini mongu verða rættvís við lýdni hins eina.
Rómverjabrævið 5:20 Rómverjabrævið
Men lógin kom aftrat, fyri at fallið skuldi verða stórt; tó, har sum syndin varð stór, varð náðin uppaftur størri,
Rómverjabrævið 5:21 Rómverjabrævið
fyri at, eins og syndin ráddi í deyðanum, so skuldi eisini náðin ráða við rættvísi til ævigt lív við Jesusi Kristi, Harra okkara.
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók
Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Seinna Korintbrævið 9:8 Seinna Korintbrævið
Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Jákupsbrævið 4:1 Jákupsbrævið
Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara!
Jákupsbrævið 4:2 Jákupsbrævið
Tit tráa – og hava ikki; tit drepa og bera øvund – og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og ófriði. Tit hava ikki, tí tit biðja ikki;
Jákupsbrævið 5:15 Jákupsbrævið
Og bønin, biðin í trúgv, skal hjálpa hinum sjúka; Harrin skal reisa hann upp, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar.