grøvsteinar
60 versir um "grøvsteinar"
Versir
Síða 1 av 2Seinna Kongabók 23:17 Seinna Kongabók
So segði hann: „Hvat er hatta fyri gravsteinur, ið eg síggi har yviri?“ Menninir í býnum svaraðu: „Hatta er grøv gudsmansins, sum kom úr Juda og rópti móti altarinum í Betel, at tað skuldi henda, sum tú nú hevur gjørt.“
Josva 4:1 Josva
Táið nú alt fólkið var komið um Jordan, segði HARRIN við Josva:
Josva 4:2 Josva
„Veljið tykkum tólv menn av fólkinum, ein mann av hvørji ætt,
Josva 4:3 Josva
og gevið teimum hetta boð: „Takið tykkum tólv steinar hiðani, mitt úr Jordan, haðani sum prestarnir eru steðgaðir, havið teir yvirum við tykkum og leggið teir, har sum tit verða verandi í nátt!““
Josva 4:4 Josva
Josva sendi tá boð eftir teimum tólv monnunum, ið hann hevði valt millum Ísraelsmenn – einum manni av hvørji ætt –
Josva 4:5 Josva
og Josva segði við teir: „Farið fyri ørk HARRANS Guds tykkara mitt út í Jordan og takið hvør sín stein á økslina, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna!
Josva 4:6 Josva
Hesir steinar skulu vera tekin millum tykkara. Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja: „Hvat hava hesir steinar at týða?“
Josva 4:7 Josva
skulu tit svara teimum: „Vatnið í Jordan steðgaði fyri sáttmálaørk HARRANS; táið hon fór út í Jordan, steðgaði vatn Jordans, og hesir steinar skulu til ævigar tíðir vera Ísraelsmonnum minni um hetta.““
Ápostlasøgan 2:29 Ápostlasøgan
Tit menn, brøður! Eg kann frítt siga við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann bæði doyði og varð jarðaður – og grøv hansara er hjá okkum líka til henda dag.
Matteus 24:22 Matteus
Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
Josva 1:1 Josva
Eftir at tænari HARRANS Móses var deyður, segði HARRIN við Josva, son Nun, tænara Mósesar:
Josva 1:2 Josva
„Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum!
Josva 1:3 Josva
Hvørt stað, ið tit seta fótin á, gevi Eg tykkum – sum Eg lovaði Mósesi.
Josva 1:4 Josva
Frá oyðimørkini og Libanon har norðuri líka at Stórá – ánni Frat* – um alt land Hetita og líka at Stórahavi í vestri skal land tykkara náa.
Josva 1:5 Josva
Eingin skal kunna standa seg móti tær, so leingi sum tú livir; sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær; Eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.
Josva 1:6 Josva
Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt skifta í arv millum hetta fólk landið, ið Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum.
Josva 1:7 Josva
Ver tú bert heilt hugreystur og sterkur, so tú leggur tær eina við at gera eftir allari lógini, ið Móses, tænari Mín, lærdi teg! Vík ikki frá henni, hvørki til høgru ella til vinstru, so tú kanst hava eydnuna við tær í øllum, sum tú fert undir at gera!
Josva 1:8 Josva
Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Josva 1:10 Josva
Josva gav nú umsjónarmonnum fólksins hetta boð:
Josva 1:11 Josva
„Gangið um alt tilhaldið og sigið við fólkið: „Gerið tykkum ferðakost til! Tí um tríggjar dagar skulu tit fara um Jordan her, so tit kunnu koma inn og taka landið, ið HARRIN Gud tykkara gevur tykkum at eiga.““
Josva 1:12 Josva
Við Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse segði Josva:
Josva 1:13 Josva
„Minnist boðið, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum, táið hann segði: „HARRIN Gud tykkara letur tykkum nú koma til hvílu og gevur tykkum hetta land.“
Josva 1:14 Josva
– Konur tykkara, børn tykkara og fæ tykkara skulu verða verandi í landinum, sum Móses hevur givið tykkum eystan fyri Jordan; men sjálvir skulu tit, allir, sum vápnaførir eru, fara vápnaðir yvirum á odda hjá brøðrum tykkara og hjálpa teimum,
Josva 1:15 Josva
inntil HARRIN letur brøður tykkara koma til hvílu eins og tykkum, og eisini teir hava tikið landið í ogn, sum HARRIN Gud tykkara gevur teimum; tá kunnu tit fara aftur til tykkara egna land og búsetast har – í landinum, sum Móses, tænari HARRANS, gav tykkum hinumegin Jordan, eystanfyri.“
Josva 1:16 Josva
Tá svaraðu teir Josva og søgdu: „Alt tað, ið tú hevur álagt okkum, skulu vit gera, og hagar ið tú sendir okkum, skulu vit fara.
Josva 1:17 Josva
Sum vit í øllum hava aktað Móses, so skulu vit akta teg – bert HARRIN Gud tín verður við tær, sum Hann var við Mósesi!
Josva 1:18 Josva
Hvør tann, ið setur seg upp ímóti boðum tínum og aktar ikki orð tíni í øllum, sum tú áleggur honum, skal lata lív – ver bert hugreystur og sterkur!“
Fyrra Kongabók 2:10 Fyrra Kongabók
So legðist Dávid til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 90:12 Sálmarnir
At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!
Esaias 66:1 Esaias
So sigur HARRIN: Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín – hvat hús kunnu tit byggja Mær, og hvar er staðið, ið skuldi kunnað verið bústaður Mín!
Esaias 66:2 Esaias
Hond Mín hevur jú gjørt alt hetta, og soleiðis varð alt hetta til – sigur HARRIN. Men til henda skal Eg venda eyga Mítt, til hin arma og tann, ið hevur sundurbrotnan anda og skelvur fyri orði Mínum.
Esaias 66:3 Esaias
– Hann, ið drepur tarv, er sum hann, ið drepur mann; hann, ið ofrar lamb, er sum hann, ið brýtur hálsin á hundi; hann, ið ofrar matoffur, er sum hann, ið ofrar svínablóð; hann, ið brennir roykilsi, er sum hann, ið prísar avgudum. Eins og tey hava valt sínar egnu leiðir, og eins og sál teirra gleðir seg í andstygdum teirra,
Esaias 66:4 Esaias
so skal Eg velja at gera teimum ilt, og tað, ið tey ræðast, skal Eg lata koma á tey – aftur fyri at eingin svaraði, táið Eg rópti, eingin lurtaði eftir, táið Eg talaði – nei, tey gjørdu tað, sum ónt var í eygum Mínum, og valdu tað, ið Mær líkaði ikki.
Esaias 66:5 Esaias
Hoyrið orð HARRANS, tit, ið skelva fyri orði Hansara! Brøður tykkara, sum hata tykkum og reka tykkum frá sær fyri navns Míns skuld, siga: „Lat HARRAN vísa dýrd Sína, so vit fáa gleði tykkara at síggja!“ – Men teir skulu verða til skammar!
Esaias 66:6 Esaias
Hoyrið óljóðið úr býnum! Rødd hoyrist úr templinum, rødd HARRANS – Hann lønir fíggindum Sínum tað, ið teir hava gjørt!
Esaias 66:7 Esaias
Áðrenn hon* fekk ilt, átti hon; áðrenn verkirnir komu á hana, hevur hon átt drong.
Esaias 66:8 Esaias
Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður land borið í heim eftir einum degi! Verður tjóð fødd eftir eini løtu! – síðani Zion átti børn síni, við tað sama sum hon fekk ilt.
Esaias 66:9 Esaias
Skuldi Eg latið barnið komið í burðarliðin og forðað tí at verðið føtt! sigur HARRIN. Ella skuldi Eg, sum lati tað koma til, síðani stongt móðurlívið! sigur Gud tín.
Esaias 66:10 Esaias
Gleðist við Jerusalem og fegnist um hana, øll tit, ið elska hana! Frøist stórliga við henni, øll tit, ið syrgja um hana,
Esaias 66:11 Esaias
so tit kunnu súgva og mettast av lívgandi brósti hennara, súgva og gleðast av stóru dýrd hennara!
Esaias 66:12 Esaias
Tí so sigur HARRIN: Eg lati frið koma yvir hana eins og ánna og ríkidømi tjóðanna eins og løk, ið fløðir yvir bakkarnar, og tit skulu sleppa at súgva; á arminum skulu tit verða borin, og í fanginum skulu tit verða yndað.
Esaias 66:13 Esaias
Sum móðir uggar barn sítt, skal Eg troysta tykkum; í Jerusalem skulu tit verða troystað.
Esaias 66:14 Esaias
Tit skulu síggja tað, og hjarta tykkara skal gleðast; bein tykkara skulu grønkast sum grasið, og síggjast skal, at hond HARRANS er við tænarum Hansara, men at Hann er illur við fíggindar Sínar.
Esaias 66:15 Esaias
Tí HARRIN skal koma í eldi, og vagnar Hansara skulu vera sum stormurin – til at løna aftur við vreiði Síni í glóðum og við hóttan Síni í logandi eldi;
Esaias 66:16 Esaias
tí við eldi skal HARRIN halda dóm og við svørði Sínum sláa alt hold, og mong skulu tey verða, ið HARRIN drepur.
Esaias 66:17 Esaias
Tey, sum halga og reinsa seg fyri urtagørðum* – fylgjandi einum, ið er mitt ímillum teirra – tey, sum eta svínakjøt og viðurstyggilig dýr, ja, mýs, skulu øll somul umkomast – sigur HARRIN.
Esaias 66:18 Esaias
Eg, Eg geri verk og hugsanir teirra til einkis; tann tíð kemur, táið Eg savni allar tjóðir og øll tungumál, og tey skulu koma og síggja dýrd Mína.
Esaias 66:19 Esaias
Og Eg skal gera tekin millum teirra og senda nøkur av teimum, sum undansloppin eru, til tjóðirnar, til Tarsis, Pul og Lud – bogamenninar – til Tubal og Javan, til oyggjarnar langt burtur, sum ikki hava hoyrt tíðindini um Meg og ikki sæð dýrd Mína; og tey skulu millum fólkasløgini kunngera dýrd Mína.