grundvøllur

11 versir um "grundvøllur"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 28:16 Esaias

tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein – tann, ið trýr, hevur ikki skund.

3
Sálmarnir 11:3 Sálmarnir

Táið sjálvur grundvøllurin verður upp skræddur, hvat fær tá hin rættvísi gjørt!

2
Sálmarnir 118:22 Sálmarnir

Steinurin, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, er vorðin hornsteinur.

2
Matteus 7:24 Matteus

Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.

2
Matteus 7:25 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.

2
Matteus 7:26 Matteus

Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.

2
Matteus 7:27 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“

2
Matteus 16:18 Matteus

So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.

2
Lukas 6:48 Lukas

Hann er líkur manni, ið skuldi byggja hús, og sum tá gróv djúpt niður og legði grundina á hellu. Táið tá vatnflóð kom, skolaði streymurin á tað hús, og hann var ikki mentur at vika tí, av tí at tað var væl bygt.

2
Fyrra Korintbrævið 3:11 Fyrra Korintbrævið

Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.

2
Seinna Timoteusarbrævið 2:19 Seinna Timoteusarbrævið

Tó, fasti grundvøllur Guds stendur og hevur hetta innsigli: „Harrin kennir Síni“, og: „Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, haldi seg frá órættvísi!“

2