grund til skilnað
22 versir um "grund til skilnað"
Versir
Síða 1 av 1Malakias 2:16 Malakias
Tí Eg hati skilnaðarsótt – sigur HARRIN Gud Ísraels; við henni sveipar ein yvirgang um klæði síni – sigur HARRIN Gud herskaranna. Aktið tí eftir anda tykkara og verið ikki trúleysir!
Matteus 5:31 Matteus
Eisini er sagt: „Tann, ið skilst frá konu síni, skal geva henni skilnaðarbræv.“
Matteus 5:32 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger, at hon drívur hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda kvinnu til ekta, drívur hor.
Matteus 19:9 Matteus
Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“
Lukas 16:18 Lukas
Hvør tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor, og hvør tann, ið giftist við kvinnu, sum skild er frá manni sínum, drívur hor.
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið
Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –
Fyrra Korintbrævið 7:11 Fyrra Korintbrævið
og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin – og at maður má ikki skiljast frá konu síni.
Fyrra Korintbrævið 7:15 Fyrra Korintbrævið
Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum – men Gud hevur kallað okkum til frið.
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Fimta Mósebók 24:1 Fimta Mósebók
„Táið maður tekur sær konu, men honum so, eftir at tey eru samankomin, ikki líkst á hana longur, av tí at hann hevur funnið okkurt hjá henni, sum býður honum ímóti, og hann tá skrivar henni skilnaðarbræv og flýggjar henni tað og letur hana fara av húsi sínum,
Fimta Mósebók 24:2 Fimta Mósebók
so kann hon, eftir at hon er flutt frá honum, fara og giftast við øðrum manni.
Fimta Mósebók 24:3 Fimta Mósebók
Líkst nú heldur ikki hesum manni á hana, so hann skrivar henni skilnaðarbræv og flýggjar henni tað og letur hana fara av húsi sínum, ella doyr hesin seinni maðurin, ið hevur tikið hana til konu,
Fimta Mósebók 24:4 Fimta Mósebók
so má ikki fyrri maður hennara, hann, ið læt hana fara frá sær, taka hana aftur til konu, nú hon er vorðin órein; slíkt er andstygd fyri ásjón HARRANS, og tú mást ikki draga synd oman yvir landið, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær at eiga.
Matteus 19:3 Matteus
Tá komu Fariseararnir til Hansara, freistaðu Hann og søgdu: „Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?“
Matteus 19:4 Matteus
Hann svaraði: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu
Matteus 19:5 Matteus
og segði: „Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“
Matteus 19:6 Matteus
So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Matteus 19:7 Matteus
Tá søgdu teir við Hann: „Hví beyð tá Móses at geva skilnaðarbræv og skiljast frá henni?“
Matteus 19:8 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so.
Rómverjabrævið 7:2 Rómverjabrævið
Hin gifta kvinnan er jú við lógini bundin til mann sín, so leingi sum hann livir; men doyr maðurin, er hon loyst frá lógini viðvíkjandi manninum.
Fyrra Korintbrævið 7:39 Fyrra Korintbrævið
Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil – bert tað verður gjørt í Harranum.
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!