grønmeti
17 versir um "grønmeti"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Dániel 1:12 Dániel
„Ger kortini í tíggju dagar eina roynd við tænarum tínum, og lat teir geva okkum kálmeti at eta og vatn at drekka!
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók
Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
Rómverjabrævið 14:2 Rómverjabrævið
Ein hevur trúgv at eta alt; men hin veiki etur bert urtir.
Dániel 1:16 Dániel
Eftir tað læt umsjónarmaðurin teir sleppa frá matinum, ið teimum var ætlaður, og víninum, ið teir skuldu drukkið, og gav teimum kálmeti.
Fjórða Mósebók 11:5 Fjórða Mósebók
Vit minnast fiskin, ið vit fingu fyri einki í Egyptalandi, og agurkurnar, melónirnar, purrurnar, reyðleykin og hvítleykin!
Orðtøkini 15:17 Orðtøkini
Betri er fat av káli við kærleika enn fitaður oksi og hatur afturvið.
Fyrra Korintbrævið 8:8 Fyrra Korintbrævið
Matur gevur okkum jú ikki virði fyri Gudi; vit standa einki fremri, um vit eta, og líka lítið standa vit nakað aftari, um vit ikki eta.
Seinna Kongabók 4:39 Seinna Kongabók
Ein teirra fór so út á markina at henta urtir; hann fann eina villa vavplantu og hentaði av henni so nógvar villar agurkur, sum hann fekk borið í kappanum; táið hann tá kom aftur, skar hann tær niður í pottin; tí teir kendu tær ikki.
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!
Esaias 61:11 Esaias
Tí eins og jørðin letur vaksa upp nálir sínar, og eins og urtagarðurin letur fræ sítt spretta upp, so skal Harrin HARRIN lata rættferð og lovsong vaksa upp fyri eygum alra tjóða.
Ezekiel 4:9 Ezekiel
Tak tær síðani hveiti, bygg, bønur, linsur, hirsu og spelt, lat tað alt í ílat og baka tær breyð av tí! Allar dagarnar tú liggur á liðini – 390 dagar – skalt tú hava tað at eta.
Ezekiel 47:12 Ezekiel
Við ánna skulu – á báðum áarbakkum – vaksa upp alskyns frukttrø; bløð teirra skulu ikki følna, og tey skulu ikki geva uppat at bera ávøkst; hvønn mánað skulu tey bera nýggjan ávøkst; tí vatnið til teirra gongur út úr halgidóminum. Og ávøkstur teirra skal vera til føði, og bløð teirra til heilsubót.“
Fyrra Korintbrævið 10:25 Fyrra Korintbrævið
Alt, sum í kjøtbúð verður selt, kunnu tit eta og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað;
Fyrra Korintbrævið 10:26 Fyrra Korintbrævið
tí jørðin og alt, ið hana fyllir, hoyrir Harranum til.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:3 Fyrra Timoteusarbrævið
sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;