græðgi
23 versir um "græðgi"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
Orðtøkini 28:25 Orðtøkini
Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður.
Lukas 12:15 Lukas
So segði Hann við tey: „Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
Orðtøkini 15:27 Orðtøkini
Tann, sum vinningur er alt hjá, fær hús sítt í ólag, men tann, sum hatar mutur, skal liva.
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Orðtøkini 11:24 Orðtøkini
Ein stroyir út – og fær enn meiri; ein annar noktar sær alt – og hevur tó ov lítið.
Orðtøkini 20:21 Orðtøkini
Arvur, sum ein av fyrstum hevur skrætt til sín, verður til endan uttan signing.
Prædikarin 5:10 Prædikarin
Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið
hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!
Fyrra Korintbrævið 6:11 Fyrra Korintbrævið
Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.
Efesusbrævið 5:3 Efesusbrævið
Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,
Efesusbrævið 5:5 Efesusbrævið
Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið
Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
Jákupsbrævið 5:1 Jákupsbrævið
Nú, tit ríku! Grátið og gremjið tykkum um vanlukkurnar, ið yvir tykkum koma!
Jákupsbrævið 5:2 Jákupsbrævið
Ríkdómur tykkara er rotnaður, og klæði tykkara eru møletin;
Jákupsbrævið 5:3 Jákupsbrævið
gull og silvur tykkara rustar burtur, og rustur teirra skal vera til vitnisburð móti tykkum og eta hold tykkara sum eldur – tit hava savnað skattir á síðstu døgum!
Jákupsbrævið 5:4 Jákupsbrævið
Løn arbeiðsmannanna, ið hava skorið akrar tykkara, hon, ið tit eru lagstir á – hon rópar, og róp skurðarmannanna eru komin inn fyri oyru Harrans Zebaots.
Jákupsbrævið 5:5 Jákupsbrævið
Tit hava livað í sællívi á jørðini og eftir lystum tykkara; tit hava unt hjarta tykkara góðgæti eins og sláturdag.
Jákupsbrævið 5:6 Jákupsbrævið
Tit hava dómfelt og dripið hin rættvísa; hann stendur tykkum ikki ímóti.