greining og vísdómur

12 versir um "greining og vísdómur"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

4
Filippibrævið 1:9 Filippibrævið

Og tað biði eg um, at kærleiki tykkara skal verða alt ríkari og ríkari enn í kunnskapi og øllum viti,

3
Filippibrævið 1:10 Filippibrævið

so tit kunnu døma um, hvat beinast er, og soleiðis vera rein og ongum til ástoyt – til dag Kristusar,

3
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið

Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

3
Hebrearabrævið 5:14 Hebrearabrævið

Men maturin er fyri hini fullkomnu, tey, sum við at nýta sansarnar hava vant teir at skilja millum gott og ilt.

3
Fyrra Kongabók 3:9 Fyrra Kongabók

Gev tí tænara Tínum eitt hjarta, ið dugir at skilja, so eg verði mentur at døma fólk Títt og gera mun á góðum og illum! Tí hvør er førur fyri at døma hetta fólk Títt, sum so stórt er!“

2
Jóhannes 7:24 Jóhannes

Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!“

2
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

2
Fyrra Korintbrævið 2:14 Fyrra Korintbrævið

Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga.

2
Fyrra Korintbrævið 14:33 Fyrra Korintbrævið

Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 5:21 Fyrra Tessalonikabrævið

nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir!

2
Jákupsbrævið 1:5 Jákupsbrævið

Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!

2