grátt hár
10 versir um "grátt hár"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 16:31 Orðtøkini
Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.
Orðtøkini 20:29 Orðtøkini
Prýði hinna ungu er styrki teirra, og heiður hinna gomlu er hini gráu hár.
Esaias 46:4 Esaias
Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum.
Hoseas 7:9 Hoseas
Fremmandir hava oytt kraft hansara – men hann veit tað ikki; ja, hár hansara er gránað – men hann veit tað ikki.
Matteus 5:36 Matteus
ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.
Fyrra Kongabók 2:6 Fyrra Kongabók
Ger tí eftir vísdómi tínum og lat ikki gráu hár hansara fara í friði niður í deyðaríkið!
Triðja Mósebók 19:32 Triðja Mósebók
Tú skalt reisa teg fyri hinum gráu hárum og heiðra hin gamla; tú skalt óttast Gud tín. – Eg eri HARRIN!
Fyrsta Mósebók 42:38 Fyrsta Mósebók
Men hann svaraði: „Sonur mín fer ikki hagar við tykkum! Bróðir hansara er deyður, og hann er einsamallur eftir; hendir nú ein vanlukka hann á ferðini, ið tit fara, so gera tit, at gráu hár míni fara við sorg niður í deyðaríkið!“
Sálmarnir 71:18 Sálmarnir
Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Gud! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm Tín, øllum teimum, ið koma skulu, mátt Tín.
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,