Grátmúrin
51 versir um "Grátmúrin"
Versir
Síða 1 av 2Nehemias 1:3 Nehemias
Teir svaraðu mær: „Tey, sum eftir eru aftan á útlegdina og nú eru har í landspartinum, eru í stórari neyð og vanæru; og múrar Jerusalems eru niðurbrotnir, og portrini brend upp.“
Lukas 19:41 Lukas
Táið Hann kom nær og sá staðin, græt Hann um hann og segði:
Lukas 19:42 Lukas
„Hevði tó eisini tú vitað, um so ikki fyrrenn á hesum degi tínum, hvat ið er tær til frið! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.
Lukas 19:43 Lukas
Tí dagar skulu koma á teg, táið fíggindar tínir skulu gera hervirki rundan um teg og kringseta teg og treingja teg frá øllum síðum.
Lukas 19:44 Lukas
Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær – tí tú kendi ikki tíðina, táið tú vart vitjaður.“
Opinberingin 11:1 Opinberingin
Mær varð givið rør, líkt stavi, og sagt varð: „Reis teg og mál tempul Guds og altarið og tey, sum har tilbiðja!
Opinberingin 11:2 Opinberingin
Men forgarðin uttan fyri templið, leyp hann um, mál hann ikki! Tí hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu 42 mánaðir traðka niður hin heilaga stað.
Opinberingin 11:3 Opinberingin
Eg skal geva vitnum Mínum báðum, at teir skulu profetera í 1260 dagar, klæddir í sekk.
Opinberingin 11:4 Opinberingin
Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar.
Opinberingin 11:5 Opinberingin
Ætlar onkur at gera teimum skaða, gongur út eldur úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra – ja, ætlar onkur at gera teimum skaða, skal hann verða dripin soleiðis.
Opinberingin 11:6 Opinberingin
Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera; og teir hava vald yvir vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum teir vilja.
Opinberingin 11:7 Opinberingin
Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir.
Opinberingin 11:8 Opinberingin
Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland – har eisini Harri teirra varð krossfestur.
Opinberingin 11:9 Opinberingin
Menniskju av øllum fólkum, ættum, tungumálum og tjóðum skulu hyggja at líkum teirra hálvanfjórða dag og ikki loyva, at lík teirra verða løgd í grøv.
Opinberingin 11:10 Opinberingin
Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva.“
Opinberingin 11:11 Opinberingin
Men táið hálvurfjórði dagur var gingin, kom lívsandi frá Gudi í teir, og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir.
Opinberingin 11:12 Opinberingin
Og teir hoyrdu harða rødd av Himli, sum segði við teir: „Komið upp higar!“ Tá fóru teir í skýnum upp til Himmals – fyri eygum fígginda sína.
Opinberingin 11:13 Opinberingin
Í somu stund varð stórur jarðskjálvti, tíggjundaparturin av staðnum fall, og 7000 menniskju lótu lív í jarðskjálvtanum. Og ótti fall á hini, og tey góvu Gudi Himmalsins dýrd.
Opinberingin 11:14 Opinberingin
Annað vei er at enda – men triðja vei kemur skjótt!
Opinberingin 11:15 Opinberingin
Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: „Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!“
Opinberingin 11:16 Opinberingin
Hinir 24 elstu, sum sita í hásætum sínum fyri ásjón Guds, fullu niður á andlit síni, tilbóðu Gud og søgdu:
Opinberingin 11:17 Opinberingin
„Vit takka Tær, Harri Gud, Tú Alvaldi, Tú, sum ert, og sum vart, at Tú hevur tikið stóra mátt Tín og ert vorðin kongur!
Opinberingin 11:18 Opinberingin
Fólkasløgini vórðu vreið; men vreiði Tín er komin, og tíðin táið hini deyðu skulu verða dømd, og táið Tú skalt løna profetunum, tænarum Tínum, og hinum heilagu og teimum, ið óttast navn Títt, hinum smáu og hinum stóru – og táið Tú skalt oyða tey, sum oyða jørðina.“
Opinberingin 11:19 Opinberingin
Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.
Fyrra Kongabók 8:41 Fyrra Kongabók
Eisini um ein fremmandur – ein, ið ikki er av Ísrael, fólki Tínum, men fyri navns Tíns skuld kemur úr landi langt burtur
Fyrra Kongabók 8:42 Fyrra Kongabók
– tí tey fara at hoyra um stóra navn Títt, sterku hond Tína og útrætta arm Tín – um hann kemur og biður, vendur móti hesum húsi,
Fyrra Kongabók 8:43 Fyrra Kongabók
so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og gera alt tað, ið hesin fremmandi rópar til Tín um – so øll fólk á jørðini læra at kenna navn Títt og óttast Teg, eins og Ísrael, fólk Títt, og skilja, at hetta hús, ið eg havi bygt, er uppkallað eftir navni Tínum.
Nehemias 2:17 Nehemias
Men nú segði eg við teir: „Tit síggja sjálvir, hvussu illa vit eru staddir, at Jerusalem liggur í oyði, og at portur tess eru brend upp; komið, latið okkum byggja múrar Jerusalems upp aftur, so vit ikki longur verða hildnir fyri spott!“
Sálmarnir 102:14 Sálmarnir
Tú fert at reisa Teg, Tú fert at vísa Zion náði; tí tað er tíð at vísa náði móti tí, ja, tímin er komin.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Sorgarsongirnir 2:18 Sorgarsongirnir
Hjarta teirra rópar til Harran – tú múrur dóttur Zions! Lat tár renna sum løkir bæði dag og nátt, unn tær onga hvíld, lat ikki eyga títt fáa frið!
Sorgarsongirnir 2:19 Sorgarsongirnir
Far upp um náttina og rópa hart – hvørja ferð ein náttarvøka byrjar! Lat hjarta títt renna út sum vatn fyri ásjón Harrans! Lyft hondunum til Hansara fyri lívi barna tína, sum ørmaktast av hungri á hvørjum vegamóti!
Matteus 24:1 Matteus
Jesus fór nú út úr templinum og burtur haðani, og lærisveinar Hansara komu til Hansara at vísa Honum tempulbygningarnar.
Matteus 24:2 Matteus
Men Hann tók til orða og segði við teir: „Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“
Lukas 21:5 Lukas
Táið nakrir søgdu um templið, at tað var prýtt við vøkrum steinum og tempulgávum, segði Hann:
Lukas 21:6 Lukas
„Hetta, sum tit síggja – dagar skulu koma, táið ikki steinur skal verða latin eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“
Seinna Krønikubók 6:32 Seinna Krønikubók
Eisini um ein fremmandur – ein, ið ikki er av Ísrael, fólki Tínum, men kemur úr landi langt burtur, tí hann hevur frætt um stóra navn Títt, sterku hond Tína og útrætta arm Tín – kemur og biður, vendur móti hesum húsi,
Seinna Krønikubók 6:33 Seinna Krønikubók
so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og gera alt tað, ið hesin fremmandi rópar til Tín um – so øll fólk á jørðini læra at kenna navn Títt og óttast Teg, eins og Ísrael, fólk Títt, og skilja, at hetta hús, ið eg havi bygt, er uppkallað eftir navni Tínum.
Ezra 3:10 Ezra
Táið teir, ið bygdu, løgdu grundina til tempul HARRANS, stóðu prestarnir í embætisklæðum við lúðrum, og Levitarnir, eftirkomarar Asafs, við skáltrummum til at prísa HARRANUM, soleiðis sum Dávid kongur í Ísrael hevði fyriskrivað.
Ezra 3:11 Ezra
Teir sungu HARRANUM lov og prís, tí Hann er góður, tí náði Hansara móti Ísrael varir í allar ævir; og alt fólkið skar í ógvuligt gleðiróp og lovaði HARRANUM fyri tað, at grundin var løgd til hús HARRANS.
Ezra 3:12 Ezra
Men mangir prestar, Levitar og ættarhøvdingar – hinir gomlu, ið høvdu sæð hitt fyrra templið – grótu hart, táið teir sóu grundina verða lagda til hetta húsið; men mangir vóru so glaðir, at teir róptu hart av frøi.
Ezra 3:13 Ezra
Og fólkið dugdi ikki at skilja ljóðið av gleðirópunum frá ljóðinum av gráti fólksins, tí fólkið rópti so hart av gleði, at tað hoyrdist langan veg.
Sálmarnir 79:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Asaf. Gud! Heidningar hava brotið seg inn í arv Tín, teir hava dálkað heilaga tempul Títt, teir hava gjørt Jerusalem til grótrúgvur;
Sálmarnir 79:2 Sálmarnir
teir hava givið fuglum himmalsins lík tænara Tína at eta, hinum villu dýrum kjøtið av hinum heilagu Tínum;
Sálmarnir 79:3 Sálmarnir
blóð teirra hava teir úthelt sum vatn rundan um Jerusalem, og eingin var, sum jarðaði teir.
Esaias 62:6 Esaias
Á múrar tínar, Jerusalem, seti Eg vaktarar; aldri skulu teir tiga, ikki allan dagin og ikki alla náttina – tit, sum áminna HARRAN, unnið tykkum ongan frið!
Esaias 62:7 Esaias
Og gevið ikki Honum frið, fyrrenn Hann byggir Jerusalem upp aftur, fyrrenn Hann ger tað til lovsong á jørðini!
Dániel 6:10 Dániel
Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið.
Markus 13:1 Markus
Táið Hann nú fór út úr templinum, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: „Meistari! Hygg, hetta eru steinar, og hetta eru bygningar!“
Markus 13:2 Markus
Jesus svaraði honum: „Sært tú hesar stóru bygningar! Ikki skal steinur verða eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“