grásoppar / skordýr

41 versir um "grásoppar / skordýr"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 9:3 Opinberingin

Úr roykinum komu grashoppur – út um jørðina; og teimum varð givið vald, líkt valdinum, ið skorpiónir jarðarinnar hava.

5
Opinberingin 9:4 Opinberingin

Sagt varð við tær, at tær skuldu ikki skaða grasið á jørðini, ei heldur nakað grønt, ei heldur nakað træ, bert menniskjuni, ið ikki høvdu innsigli Guds á pannunum.

5
Opinberingin 9:5 Opinberingin

Og teimum varð givið – ikki at drepa tey, men at pína tey í fimm mánaðir; pínan, ið tær voldu, var sum pínan av skorpión, táið hon stingur mann.

5
Opinberingin 9:6 Opinberingin

Á teimum døgum skulu menniskjuni leita eftir deyðanum og ikki finna hann, tráa eftir at doyggja, og deyðin skal flýggja frá teimum.

5
Opinberingin 9:7 Opinberingin

Grashoppurnar vóru í útsjónd líkar hestum, tilgjørdum til bardaga; á høvdum teirra vóru eins og krúnur, ið sóu út sum gull; andlit teirra vóru sum andlit manna.

5
Opinberingin 9:8 Opinberingin

Tær høvdu hár sum hár kvinna; og tenn teirra vóru eins og leyvutenn.

5
Opinberingin 9:9 Opinberingin

Tær høvdu brynjur eins og jarnbrynjur; ljóðið av veingjum teirra var sum ljóðið av vagnum, táið nógvir hestar halda avstað í bardaga.

5
Opinberingin 9:10 Opinberingin

Tær høvdu halar við broddum, eins og skorpiónir, og í hølum teirra lá valdið, tær høvdu til at skaða menniskjuni í fimm mánaðir.

5
Seinna Krønikubók 7:13 Seinna Krønikubók

Táið Eg lati himmalin aftur, so einki regn kemur, táið Eg gevi grashoppum boð um at eta upp landið, og táið Eg sendi pest millum fólk Mítt

4
Orðtøkini 30:27 Orðtøkini

grashoppurnar, tær hava ongan kong, og tó halda tær allar avstað, skari eftir skara;

3
Jóel 2:25 Jóel

Og Eg skal bøta tykkum aftur árini, táið grashoppan, bítarin, skavarin og gnagarin ótu alt upp – hin stóri herur Mín, sum Eg sendi móti tykkum.

3
Onnur Mósebók 10:1 Onnur Mósebók

Nú segði HARRIN við Móses: „Far til Farao! Tí tað eri Eg, sum havi hert hjartað í honum og tænarum hansara, fyri at Eg kann gera hesi tekin Míni ímillum teirra,

2
Onnur Mósebók 10:2 Onnur Mósebók

og fyri at tú skalt kunna siga syni og sonarsyni tínum frá, hvussu Eg gjørdi við Egyptar, og frá teknunum, ið Eg gjørdi ímillum teirra – so tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.“

2
Onnur Mósebók 10:3 Onnur Mósebók

Móses og Áron fóru tá til Farao og søgdu við hann: „So sigur HARRIN, Gud Hebreara: Hvussu leingi ætlar tú ikki at eyðmýkja teg fyri Mær? Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg!

2
Onnur Mósebók 10:4 Onnur Mósebók

Setur tú teg ímóti at lata fólk Mítt fara, so skal Eg í morgin lata grashoppur koma yvir land títt;

2
Onnur Mósebók 10:5 Onnur Mósebók

tær skulu fjala landið, so markin sæst ikki, og tað, ið eftir er hjá tykkum aftan á heglingin, skulu tær eta upp á svaðasvørði; hvørt træ hjá tykkum, sum veksur á markini, skulu tær eta av;

2
Onnur Mósebók 10:6 Onnur Mósebók

tær skulu so fylla hús tíni og húsini hjá øllum tænarum tínum og øllum Egyptum, at hvørki fedrar tínir ella fedrar fedra tína hava minst nakað slíkt, frá tí degi teir vórðu til á jørðini og líka til henda dag!“ – So vendi hann sær og fór frá Farao.

2
Onnur Mósebók 10:7 Onnur Mósebók

Tá søgdu tænarar Faraos við hann: „Hvussu leingi skal hesin maður vera okkum snerra? Lat nú hesi fólk fara, so tey fáa dýrkað HARRAN Gud sín! Dugir tú ikki at síggja enn, at Egyptaland gongur til grundar?“

2
Onnur Mósebók 10:8 Onnur Mósebók

Boð fóru nú eftir Mósesi og Áron at koma aftur til Farao, og hann segði við teir: „Farið avstað, dýrkið HARRAN Gud tykkara! Men hvørji eru nú tey, ið fara skulu?“

2
Onnur Mósebók 10:9 Onnur Mósebók

Móses svaraði: „Vit fara øll, bæði ung og gomul; bæði synir okkara og døtur okkara vilja vit hava við, bæði smáfæ og neyt okkara; tí vit skulu halda høgtíð fyri HARRANUM!“

2
Onnur Mósebók 10:10 Onnur Mósebók

Tá segði hann við teir: „HARRIN veri við tykkum, heldur enn eg lati tykkum fara við kvinnum og børnum tykkara! Hygga nú, um tit hava ikki ilt í huga!

2
Onnur Mósebók 10:11 Onnur Mósebók

Nei – tit menninir kunnu fara avstað og dýrka HARRAN – tað var jú tað, ið tit vildu!“ – So vórðu teir riknir út frá Farao.

2
Onnur Mósebók 10:12 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við Móses: „Rætt út hondina yvir Egyptaland, so skulu grashoppurnar koma yvir Egyptaland og eta upp alt, ið veksur í landinum, alt tað, ið heglingurin læt vera eftir!“

2
Onnur Mósebók 10:13 Onnur Mósebók

So rætti Móses út stavin yvir Egyptaland, og HARRIN læt eystanstorm koma yvir landið allan tann dagin og alla náttina; táið morgunin kom, hevði eystanstormurin grashoppurnar við sær.

2
Onnur Mósebók 10:14 Onnur Mósebók

Grashoppurnar komu yvir alt Egyptaland; ein ófør nøgd av teimum kom niður yvir Egyptaland, alt sum tað var; aldri áður høvdu so nógvar grashoppur verið, og aldri aftur koma so nógvar.

2
Onnur Mósebók 10:15 Onnur Mósebók

Tær fjaldu alt landið, so at markin var svørt av teimum, og tær ótu alt, sum í landinum vaks, og alla frukt á trøunum, sum heglingurin hevði latið vera eftir; einki grønt varð eftir á trøunum ella á urtunum á markini í øllum Egyptalandi.

2
Onnur Mósebók 10:16 Onnur Mósebók

Tá sendi Farao skundisliga boð eftir Mósesi og Áron og segði: „Eg havi syndað móti HARRANUM Gudi tykkara og móti tykkum!

2
Onnur Mósebók 10:17 Onnur Mósebók

Men fyrigevið mær nú synd mína hesa einu ferðina, og biðið til HARRAN Gud tykkara, at Hann lættir bert hesa deyðaplágu av mær!“

2
Onnur Mósebók 10:18 Onnur Mósebók

Hann fór tá út aftur frá Farao og bað til HARRAN.

2
Onnur Mósebók 10:19 Onnur Mósebók

Og HARRIN vendi vindinum, so tað varð ógvuliga nógvur vestanvindur; hann hevði grashoppurnar við sær og tveitti tær út í Reyðahav; ikki ein grashoppa varð eftir í Egyptalandi, øllum sum tað var.

2
Triðja Mósebók 11:22 Triðja Mósebók

Av teimum kunnu tit eta hesi: Arbegrashoppur, solamgrashoppur, hargolgrashoppur og hagabgrashoppur.

2
Sálmarnir 105:34 Sálmarnir

Hann talaði, og grashoppur komu, gnagarar* í óteljandi nøgd;

2
Jóel 1:4 Jóel

Tað, ið gnagarin* leivdi, át grashoppan upp; tað, ið grashoppan leivdi, át bítarin* upp, og tað, ið bítarin leivdi, át skavarin* upp.

2
Jóel 1:5 Jóel

Vaknið, tit druknu, og grátið! Venið tykkum, allir, ið drekka vín! Tí vínberjaløgurin er ryktur burtur frá munni tykkara.

2
Jóel 1:6 Jóel

Tí tjóð er komin móti landi Mínum, sterk og óteljandi; tenn hennara eru sum leyvutenn, hon hevur jakslir sum honleyvan.

2
Jóel 1:7 Jóel

Hon hevur so heilt gjørt enda á víntrøum Mínum, brotið fikutrø Míni; hon hevur gjørt tey púra ber og kastað tey burt; greinar teirra eru vorðnar hvítar.

2
Markus 1:6 Markus

Jóhannes var í klæðum av kamelull og hevði leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur.

2
Opinberingin 9:1 Opinberingin

Fimti eingilin blásti í lúður; tá sá eg stjørnu, ið fallin var av himli niður á jørðina; henni varð givin lykilin til brunn avgrundarinnar.

2
Opinberingin 9:2 Opinberingin

Hon læt upp brunn avgrundarinnar. Tá kom upp úr brunninum roykur, líkur roykinum úr stórum ovni, og sólin og luftin vórðu myrk av roykinum úr brunninum.

2
Opinberingin 9:11 Opinberingin

Til kong yvir sær høvdu tær eingil avgrundarinnar; á hebraiskum er navn hansara Abaddon; á grikskum eitur hann Apollyon.

2
Opinberingin 9:12 Opinberingin

Fyrsta vei er á enda – men eftir hetta koma tvey vei enn!

2