goym ikki ljósið títt
28 versir um "goym ikki ljósið títt"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Lukas 1:37 Lukas
Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Jóhannes 8:12 Jóhannes
Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Matteus 5:15 Matteus
Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.
Markus 4:21 Markus
Síðani segði Hann við teir: „Man ljósið koma inn at verða sett undir skeppumálið ella undir song! Kemur tað ikki at verða sett í ljósastakan!
Jóhannes 3:20 Jóhannes
Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Opinberingin 11:1 Opinberingin
Mær varð givið rør, líkt stavi, og sagt varð: „Reis teg og mál tempul Guds og altarið og tey, sum har tilbiðja!
Opinberingin 11:2 Opinberingin
Men forgarðin uttan fyri templið, leyp hann um, mál hann ikki! Tí hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu 42 mánaðir traðka niður hin heilaga stað.
Opinberingin 11:3 Opinberingin
Eg skal geva vitnum Mínum báðum, at teir skulu profetera í 1260 dagar, klæddir í sekk.
Opinberingin 11:4 Opinberingin
Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar.
Opinberingin 11:5 Opinberingin
Ætlar onkur at gera teimum skaða, gongur út eldur úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra – ja, ætlar onkur at gera teimum skaða, skal hann verða dripin soleiðis.
Opinberingin 11:6 Opinberingin
Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera; og teir hava vald yvir vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum teir vilja.
Opinberingin 11:7 Opinberingin
Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir.
Opinberingin 11:8 Opinberingin
Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland – har eisini Harri teirra varð krossfestur.
Opinberingin 11:9 Opinberingin
Menniskju av øllum fólkum, ættum, tungumálum og tjóðum skulu hyggja at líkum teirra hálvanfjórða dag og ikki loyva, at lík teirra verða løgd í grøv.
Opinberingin 11:10 Opinberingin
Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva.“
Opinberingin 11:11 Opinberingin
Men táið hálvurfjórði dagur var gingin, kom lívsandi frá Gudi í teir, og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir.
Opinberingin 11:12 Opinberingin
Og teir hoyrdu harða rødd av Himli, sum segði við teir: „Komið upp higar!“ Tá fóru teir í skýnum upp til Himmals – fyri eygum fígginda sína.
Opinberingin 11:13 Opinberingin
Í somu stund varð stórur jarðskjálvti, tíggjundaparturin av staðnum fall, og 7000 menniskju lótu lív í jarðskjálvtanum. Og ótti fall á hini, og tey góvu Gudi Himmalsins dýrd.
Opinberingin 11:14 Opinberingin
Annað vei er at enda – men triðja vei kemur skjótt!
Opinberingin 11:15 Opinberingin
Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: „Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!“
Opinberingin 11:16 Opinberingin
Hinir 24 elstu, sum sita í hásætum sínum fyri ásjón Guds, fullu niður á andlit síni, tilbóðu Gud og søgdu:
Opinberingin 11:17 Opinberingin
„Vit takka Tær, Harri Gud, Tú Alvaldi, Tú, sum ert, og sum vart, at Tú hevur tikið stóra mátt Tín og ert vorðin kongur!
Opinberingin 11:18 Opinberingin
Fólkasløgini vórðu vreið; men vreiði Tín er komin, og tíðin táið hini deyðu skulu verða dømd, og táið Tú skalt løna profetunum, tænarum Tínum, og hinum heilagu og teimum, ið óttast navn Títt, hinum smáu og hinum stóru – og táið Tú skalt oyða tey, sum oyða jørðina.“
Opinberingin 11:19 Opinberingin
Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.