gott

23 versir um "gott"

Versir

Síða 1 av 1
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið

Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!

10
Esaias 5:20 Esaias

Vei teimum, ið kalla hitt ónda gott og hitt góða ónt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt!

5
Matteus 19:17 Matteus

Hann segði við hann: „Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!“

4
Markus 10:17 Markus

Táið Hann tá fór út á vegin, kom ein rennandi, fall á knæ fyri Honum og spurdi Hann: „Góði Meistari, hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“

4
Markus 10:18 Markus

Jesus segði við hann: „Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.

4
Markus 10:19 Markus

Tú veitst boðini: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki bera rangan vitnisburð“; „tú mást ikki gera svik“; „ær faðir tín og móður tína!““

4
Markus 10:20 Markus

Hann svaraði Honum: „Meistari, alt hetta havi eg hildið, frá tí eg var ungur!“

4
Markus 10:21 Markus

Tá hugdi Jesus upp á hann, fekk kærleika til hansara og segði við hann: „Eitt fattast tær: Far avstað, sel alt, ið tú eigur, og gev hinum fátæku tað! So skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“

4
Markus 10:22 Markus

Men hann varð illa við av hesi talu og fór sorgarfullur burtur; tí hann var ógvuliga ríkur.

4
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,

3
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir

men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!

3
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir

Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.

3
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir

So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.

3
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir

Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.

3
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir

Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.

3
Sálmarnir 37:3 Sálmarnir

Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!

3
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir

Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.

3
Fyrsta Mósebók 1:4 Fyrsta Mósebók

Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum.

2
Sálmarnir 34:8 Sálmarnir

Eingil HARRANS tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út.

2
Mika 6:8 Mika

– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!

2
Lukas 18:19 Lukas

Jesus segði við hann: „Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.

2
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 5:21 Fyrra Tessalonikabrævið

nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir!

2