góð heilsu
12 versir um "góð heilsu"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 17:14 Jeremias
Grøð meg, HARRI! So verði eg grøddur. Frels meg! So verði eg frelstur. Tí Tú ert lovsongur mín.
Triðja Jóhannesarbrævið 1:2 Triðja Jóhannesarbrævið
Tú elskaði! Eg ynski, at tær skal gangast væl á allan hátt, og at tú skalt hava heilsuna – eins og sál tíni gongst væl.
Onnur Mósebók 15:26 Onnur Mósebók
Hann segði: „Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar – men Eg eri HARRIN, lækni tín!“
Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Jeremias 33:6 Jeremias
Tó, Eg skal grøða sár hansara og lata tey batna; Eg skal grøða tey og lata tey síggja yvirflóð av friði og trygd.
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Onnur Mósebók 23:25 Onnur Mósebók
Tit skulu dýrka HARRAN Gud tykkara, og Hann skal signa breyð títt og vatn títt. Og Eg skal halda sjúku burtur frá tær.
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini
Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!
Orðtøkini 3:8 Orðtøkini
Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.
Orðtøkini 16:24 Orðtøkini
Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót.
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!