gluggar

16 versir um "gluggar"

Versir

Síða 1 av 1
Malakias 3:10 Malakias

Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!

16
Fyrsta Mósebók 8:6 Fyrsta Mósebók

Táið 40 dagar vóru gingnir, læt Nóa upp vindeygað, ið hann hevði gjørt á ørkina,

5
Seinna Kongabók 7:19 Seinna Kongabók

tá svaraði høvuðsmaðurin honum: „Um so HARRIN gjørdi lúkur á himmalin, kundi slíkt ikki borið til!“ Og gudsmaðurin segði: „Tú skalt fáa tað at síggja við tínum egnu eygum, men ikki fáa at eta av tí!“

5
Seinna Kongabók 9:30 Seinna Kongabók

Jehu kom nú til Jizre’el. Táið Jesabel frætti hetta, litaði hon seg um eyguni, pyntaði høvd sítt og hugdi út um vindeygað.

5
Dániel 6:10 Dániel

Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið.

5
Fyrsta Mósebók 7:11 Fyrsta Mósebók

Tað árið ið Nóa var 600 ár, tann seytjanda í øðrum mánaði, tann dagin opnaðust allar keldurnar í tí stóra djúpinum, og lúkurnar á himli lótust upp;

4
Dómararnir 5:28 Dómararnir

Út um vindeygað skoðar hon og rópar, móðir Sisera, út gjøgnum rimaverkið: „Hví er so leingi, áðrenn vagnur hansara kemur? Hví hoyrist ikki ljóðið frá hógvum vagnhesta hansara enn?“

3
Fyrra Kongabók 6:4 Fyrra Kongabók

Hann gjørdi vindeygu á húsið, við føstum grindum fyri.

3
Jeremias 9:21 Jeremias

Tí deyðin kemur upp í vindeygu okkara, inn í hallir okkara; hann fer at týna smábørnini av gøtunum, unglingarnar av torgunum.

3
Malakias 3:8 Malakias

Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!

3
Malakias 3:9 Malakias

Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!

3
Ápostlasøgan 20:9 Ápostlasøgan

Í vindeyganum sat ungur maður, ið æt Eutykus; hann var fast sovnaður, við tað at Paulus talaði so leingi. Svøvnurin hevði slíkt vald á honum, at hann datt niður av triðju hædd og varð tikin upp deyður.

3
Seinna Kongabók 13:17 Seinna Kongabók

So segði hann: „Lat upp vindeygað móti eystri!“ Táið hann hevði latið tað upp, segði Elisa: „Skjót!“ Hann skeyt. Tá segði Elisa: „Sigurspílur frá HARRANUM, sigurspílur móti Áram! Tú skalt í Afek vinna sigur á Áramearum og gera enda á teimum.“

2
Orðtøkini 7:6 Orðtøkini

Tí eg hugdi út um vindeygað á húsi mínum, út millum rimarnar,

2
Prædikarin 12:3 Prædikarin

táið teir ristast, sum halda vakt yvir húsinum, og hinir sterku menn kropna, táið tær, ið á kvørnini mala, gevast, tí tær eru ov fáar, og myrkt er vorðið teimum, ið út um vindeyguni hyggja,

2
Jeremias 22:14 Jeremias

sum sigur: „Eg skal byggja mær stórt hús við rúmligum sølum,“ og sum so høggur sær vindeygu á tað, bróstar tað við sedrisviði og málar tað reytt.

2