gleðiligur
14 versir um "gleðiligur"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Filippibrævið 4:4 Filippibrævið
Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!
Sálmarnir 28:7 Sálmarnir
Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum.
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir
Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!
Nehemias 8:10 Nehemias
Og hann segði við tey: „Farið nú og etið feitan mat og drekkið søtar drykkir, og sendið teimum gávur burturav, sum einki er tilgjørt til! Tí hesin dagur er halgaður Harra okkara – syrgið ikki, tí gleði í HARRANUM er styrki tykkara!“
Sálmarnir 5:11 Sálmarnir
Døm teir sekar, Gud, lat teir falla fyri egnum svikaráðum, stoyt teimum oman fyri hinar mongu misgerðir teirra – teir standa jú Tær ímóti!
Sálmarnir 21:6 Sálmarnir
Mikil er heiður hansara við frelsu Tíni; stórleika og dýrd leggur Tú á hann.
Sálmarnir 30:5 Sálmarnir
Lovsyngið HARRANUM, tit heilagu Hansara, og prísið heilaga navni Hansara!
Sálmarnir 64:10 Sálmarnir
Og øll menniskju óttast og kunngera tað, ið Gud hevur gjørt; tey skilja verk Hansara.
Esaias 61:10 Esaias
Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.
Jóhannes 16:22 Jóhannes
Soleiðis hava eisini tit nú sorg, men Eg skal síggja tykkum aftur, og hjarta tykkara skal gleðast, og eingin tekur gleði tykkara frá tykkum.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Verið altíð glaðir!