gjør

17 versir um "gjør"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 13:33 Matteus

Annað líknilsi talaði Hann til teirra: „Ríki Himmiríkis er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.“

10
Onnur Mósebók 12:15 Onnur Mósebók

Í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. Alt fyri eitt fyrsta dagin skulu tit fáa alt súrdeiggj burtur úr húsum tykkara; ein og hvør, ið etur súrgað breyð, líka frá fyrsta degi til sjeynda, skal verða týndur úr Ísrael.

9
Matteus 16:6 Matteus

Jesus segði við teir: „Síggið til, at tit varða tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!“

9
Triðja Mósebók 2:11 Triðja Mósebók

Einki matoffur, ið tit bera HARRANUM fram, má verða súrgað; tí hvørki av súrdeiggi ella hunangi mugu tit brenna nakað sum eldoffur fyri HARRANUM.

8
Fyrra Korintbrævið 5:6 Fyrra Korintbrævið

Tað er ikki vakurt, ið tit rósa tykkum av! Vita tit ikki, at eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið?

8
Fyrra Korintbrævið 5:7 Fyrra Korintbrævið

Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir – tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.

8
Fyrra Korintbrævið 5:8 Fyrra Korintbrævið

Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks!

8
Galatiabrævið 5:9 Galatiabrævið

Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið.

8
Markus 8:15 Markus

Hann álegði teimum nú hetta: „Síggið til og varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!“

7
Lukas 12:1 Lukas

Táið nú fólkið hevði savnað seg í túsundtali, so hvørt traðkaði oman á øðrum, tók Hann til orða og segði við lærisveinar Sínar: „Varðið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, sum er hykl!

7
Lukas 13:20 Lukas

Uppaftur segði Hann: „Hvat skal Eg líkna ríki Guds við?

4
Lukas 13:21 Lukas

Tað er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.“

4
Onnur Mósebók 12:19 Onnur Mósebók

Í sjey dagar má ikki súrdeiggj finnast í húsum tykkara; ein og hvør, ið etur nakað súrgað, hann skal verða týndur úr samkomu Ísraels, veri hann so fremmandur ella føddur í landinum.

3
Onnur Mósebók 12:20 Onnur Mósebók

Einki súrgað mugu tit eta; í hvørjum húsi skulu tit eta ósúrgað breyð.““

3
Onnur Mósebók 13:7 Onnur Mósebók

Ósúrgað breyð skalt tú eta allar sjey dagarnar, og hvørki súrgað breyð ella súrdeiggj má finnast nakrastaðni hjá tær, í øllum landi tínum.

3
Triðja Mósebók 6:17 Triðja Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

2
Amos 4:5 Amos

Latið royk av súrgaðum breyði stíga upp sum takkoffur, boðið sjálvkravd offur – kunngerið tey! Tí slíkt dámar tykkum, tit Ísraelsmenn! – sigur Harrin HARRIN.

2