gjaldskort
6 versir um "gjaldskort"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Lukas 16:11 Lukas
Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør fer tá at líta tykkum hin sanna upp í hendur!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Fimta Mósebók 5:21 Fimta Mósebók
Tú mást ikki girnast konu næsta tíns. Tú mást ikki girnast hús næsta tíns, ei heldur jørð hansara, træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsta tínum hoyrir til.“
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,