gift í himli
10 versir um "gift í himli"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 22:30 Matteus
Tí í uppreisnini taka tey ikki til ekta, verða ei heldur givin til ekta; nei, tey eru sum einglar Guds í Himli.
Matteus 22:29 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds.
Markus 12:25 Markus
Tí táið tey rísa upp frá hinum deyðu, hvørki taka tey til ekta ella verða givin til ekta; nei, tey eru sum einglar í Himli.
Matteus 22:23 Matteus
Sama dag komu nakrir Saddukearar til Hansara, teir, sum siga, at eingin uppreisn er; teir spurdu Hann:
Matteus 22:24 Matteus
„Meistari! Móses hevur sagt: „Táið ein doyr og eingi børn hevur, skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa bróður sínum upp avkom.“
Matteus 22:25 Matteus
Nú vóru hjá okkum sjey brøður; hin fyrsti giftist og doyði; og við tað at hann einki avkom átti, læt hann bróður sínum konuna eftir seg.
Matteus 22:26 Matteus
Á sama hátt hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda.
Matteus 22:27 Matteus
Seinast av øllum doyði konan.
Matteus 22:28 Matteus
Hvør av hesum sjey skal nú hava hana til konu í uppreisnini? Teir hava jú havt hana allir.“
Fyrra Korintbrævið 2:9 Fyrra Korintbrævið
Vit tala – sum skrivað er – „tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.“