Gideon

106 versir um "Gideon"

Versir

Síða 2 av 3
Dómararnir 7:10 Dómararnir

Og ræðist tú at fara oman, so far fyrst oman við tænara tínum Pura!

2
Dómararnir 7:11 Dómararnir

Lurta so eftir tí, sum teir tosa har, so skalt tú fáa dirvi at fara oman í tilhaldið!“ So fóru hann og tænari hansara Pura oman til teirra, sum hildu vakt ytst í tilhaldinum.

2
Dómararnir 7:12 Dómararnir

Midjanitar, Amalekitar og allar ættirnar fyri eystan høvdu tikið støðu har á slættanum, so tættir sum grashoppur; ikki stóð til at telja kamelar teirra; teir vóru sum sandur á sjóvarstrond.

2
Dómararnir 7:13 Dómararnir

Júst táið Gideon kom, var har ein maður, sum segði einum øðrum frá dreymi, ið hann hevði havt; hann segði: „Eg hevði dreym, og veitst tú, byggbreyð kom rullandi oman móti tilhaldi Midjanita; táið tað kom at tjaldinum, rendi tað undir tað og koyrdi tað umkoll, og har lá tjaldið!“

2
Dómararnir 7:14 Dómararnir

Tá svaraði hin: „Hatta er einki annað enn svørð Gideons Ísraelsmans, sonar Jóasar – Gud hevur givið Midjanitar og alt tilhaldið í hond hansara!“

2
Dómararnir 7:15 Dómararnir

Táið Gideon hoyrdi henda dreym verða frásagdan, og hvussu hann varð týddur, tilbað hann. Síðani fór hann aftur, hagar sum Ísrael hevði tikið støðu, og segði: „Á føtur! HARRIN hevur givið Midjanitaherin í hond tykkara!“

2
Dómararnir 7:16 Dómararnir

Síðani býtti hann teir 300 menninar sundur í tríggjar flokkar og gav teimum øllum horn í hendurnar, somuleiðis tómar krukkur við kyndlum í.

2
Dómararnir 7:17 Dómararnir

Og hann segði við teir: „Aktið nú eftir mær og gerið sum eg! Táið eg komi tætt at tilhaldinum, skulu tit gera sum eg;

2
Dómararnir 7:18 Dómararnir

táið eg blási í hornið, eg og allir teir, ið við mær eru, skulu eisini tit blása í hornini rundan um alt tilhaldið og rópa: „Fyri HARRAN og fyri Gideon!““

2
Dómararnir 7:19 Dómararnir

Gideon og teir 100 menninir, ið hjá honum vóru, komu nú tætt at tilhaldinum – tað var, táið mittasta náttarvaktin tók við; teir høvdu júst sett vaktarmenninar. Teir blástu tá í hornini og brutu sundur krukkurnar, sum teir høvdu í hondini.

2
Dómararnir 7:20 Dómararnir

Teir blástu í hornini, allir tríggir flokkarnir, og brutu sundur krukkurnar; við vinstru hond tóku teir kyndlarnar, og í høgru hond høvdu teir hornini og blástu í tey, og teir róptu: „Svørð fyri HARRAN og fyri Gideon!“

2
Dómararnir 7:21 Dómararnir

Teir vórðu standandi, har sum teir stóðu, hvør á staði sínum, rundan um tilhaldið. Tá vaknaði allur herurin, og teir skóru í róp og flýddu.

2
Dómararnir 7:22 Dómararnir

Táið teir blástu í tey 300 hornini, vendi HARRIN svørði teirra móti teirra egnu monnum í øllum herinum; allur herurin flýddi til Bet-Hasitta, yvir ímóti Zerera, at áarbakkanum við Abel-Mehola, beint yvir av Tabbat.

2
Dómararnir 7:23 Dómararnir

Nú vórðu Ísraelsmenn stevndir saman úr Naftali, Aser og øllum Manasse, og teir hildu eftir Midjanitum.

2
Dómararnir 7:24 Dómararnir

Og Gideon sendi boð um í øllum fjallalandi Efra’ims og læt kunngera: „Farið móti Midjanitum og forðið teimum at sleppa at vatninum, líka til Bet-Bara og Jordan!“ Tá vórðu allir Efra’imitar stevndir saman, og teir forðaðu teimum at sleppa at vatninum, líka til Bet-Bara og Jordan.

2
Dómararnir 7:25 Dómararnir

Teir tóku tveir høvdingar Midjanita, Oreb og Ze’eb; Oreb drópu teir á Orebskletti, og Ze’eb í Ze’ebsvínpersu. Síðani hildu teir eftir Midjanitum; men høvd Orebs og Ze’ebs høvdu teir við sær til Gideon hinumegin Jordan.

2
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið

Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.

2
Hebrearabrævið 11:2 Hebrearabrævið

Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð.

2
Hebrearabrævið 11:3 Hebrearabrævið

Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til.

2
Hebrearabrævið 11:4 Hebrearabrævið

Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur – táið Gud vitnaði um gávur hansara; við henni talar hann enn, tóat hann er deyður.

2
Hebrearabrævið 11:5 Hebrearabrævið

Við trúgv varð Enok tikin burtur, so hann skuldi ikki síggja deyðan; og hann var ikki at finna, tí Gud hevði tikið hann burtur. Áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann jú fingið tann vitnisburð, at hann hevði verið Gudi tokkaligur.

2
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.

2
Hebrearabrævið 11:7 Hebrearabrævið

Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heilagum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu; við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúarrættvísinnar.

2
Hebrearabrævið 11:8 Hebrearabrævið

Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann visti ikki, hvar hann kom.

2
Hebrearabrævið 11:9 Hebrearabrævið

Við trúgv varð hann útlendingur í landi lyftisins, eins og í fremmandum landi, og búði í tjøldum við Ísaki og Jákupi, samarvingum hins sama lyftis.

2
Hebrearabrævið 11:10 Hebrearabrævið

Tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud.

2
Hebrearabrævið 11:11 Hebrearabrævið

Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.

2
Hebrearabrævið 11:12 Hebrearabrævið

Tí fekk eisini ein, ið útlivaður var, avkom, sum stjørnur himmalsins í mongd og sum sandin við sjóvarstrond, ið óteljandi er.

2
Hebrearabrævið 11:13 Hebrearabrævið

Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini.

2
Hebrearabrævið 11:14 Hebrearabrævið

– Tey, sum siga so, vísa jú harvið, at tey leita eftir fedralandi.

2
Hebrearabrævið 11:15 Hebrearabrævið

Og høvdu tey meint við landið, sum tey vóru komin úr, hevði jú borið teimum til at farið aftur hagar.

2
Hebrearabrævið 11:16 Hebrearabrævið

Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er himmalskum; tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra; Hann hevur jú gjørt teimum stað til reiðar.

2
Hebrearabrævið 11:17 Hebrearabrævið

Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið,

2
Hebrearabrævið 11:18 Hebrearabrævið

og sum sagt varð við: „Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.“

2
Hebrearabrævið 11:19 Hebrearabrævið

Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu – og haðani fekk hann hann jú eisini aftur – í líknilsi talað.

2
Hebrearabrævið 11:20 Hebrearabrævið

Við trúgv signaði Ísakur Jákup og Esau, við hinum komandi fyri eyga.

2
Hebrearabrævið 11:21 Hebrearabrævið

Við trúgv signaði Jákup, táið hann doyði, báðar synir Jósef, og tilbað lútandi yvir stav sín.

2
Hebrearabrævið 11:22 Hebrearabrævið

Við trúgv talaði Jósef, táið hann lá at doyggja, um burturferð sona Ísraels og gav boð um bein síni.

2
Hebrearabrævið 11:23 Hebrearabrævið

Við trúgv varð Móses, táið hann var føddur, í tríggjar mánaðir fjaldur av foreldrum sínum; tí tey sóu, at barnið var vakurt, og tey ræddust ikki boð kongsins.

2
Hebrearabrævið 11:24 Hebrearabrævið

Við trúgv noktaði Móses, táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao.

2
Hebrearabrævið 11:25 Hebrearabrævið

Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd.

2
Hebrearabrævið 11:26 Hebrearabrævið

Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini.

2
Hebrearabrævið 11:27 Hebrearabrævið

Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og ræddist ikki vreiði kongsins; tí hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga.

2
Hebrearabrævið 11:28 Hebrearabrævið

Við trúgv helt hann páskir og smurdi blóðið á, fyri at oyðari hinna frumbornu skuldi ikki nema teir.

2
Hebrearabrævið 11:29 Hebrearabrævið

Við trúgv fóru tey gjøgnum Reyðahav sum eftir turrum landi – men Egyptar druknaðu, táið teir buðu til.

2
Hebrearabrævið 11:30 Hebrearabrævið

Við trúgv fullu múrar Jerikos, táið teir sjey dagar høvdu gingið rundan um teir.

2
Hebrearabrævið 11:31 Hebrearabrævið

Við trúgv slapp skøkjan Rahab frá at ganga til grundar saman við hinum vantrúgvandi; tí hon tók við friði móti njósnarunum.

2
Hebrearabrævið 11:32 Hebrearabrævið

– Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum,

2
Hebrearabrævið 11:33 Hebrearabrævið

sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu lyfti uppfylt, tiptu munn leyva,

2
Hebrearabrævið 11:34 Hebrearabrævið

sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg, fingu styrki eftir veikleika, vórðu veldig í bardaga, fingu fíggindaherar at víkja.

2